Sunday, June 23, 2013

Brikolasj sýnir fram endurnýtsludesign hjá Østrøm


[Brikolasj] sniðgevur og framleiðir accesories, smámøblar og klæðir og fríggjadagin var høvið at síggja teirra originalu ting hjá Østrøm. Listakvinnan Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir arbeiðir í løtuni hjá [Brikolasj], sum er myndað av teimum báðum Onnu Mortensen og Elini Dimon Næs. Alt tilfarið er endurnýtsla, t.d. hava tær arbeitt við gomlu gardinunum frá Norrønu. Umframt myndirnar, sum vit síggja omanfyri hevur Aggi eisini teknað á klæði, Aggi greiðir frá: "Vit valdu at arbeiða við lundanum sum tema, og eg havi m.a. gjørt lundakort, sum eg kalli fyri Lundaland/Land of Puffins. Hondmálaði lundafetini kalli eg fyri Lundabibbbir". 

Tær kreativu damurnar hava  nógvar ætlanir fyri framman, møguliga fara tær at arbeiða við likkum sum tema í heyst. 



















(KP)