Monday, June 3, 2013

MonkeyRat - føroyskur stórbýarhugni



Havnarmannin Arnold Ludvig kenna vit kanska fyrst og fremst sum ein dugnaligan basspælara, men hann tekur eisini kjansin sum sangari og brikslari saman við MonkeyRat í stuttligum og funky løgum, sum vit halda rigga rættiliga væl í einum summarligum listabloggi. Tey bæði, Anna Iachino og Arnold Ludvig  MonkeyRat hava latið tvær fløgur út á Tutl Records og vóru við á G!Festivalinum í fjør, stílurin liggur onkra staðni millum James Brown og Rage against the Machince, eitt sindur aggressivari í eldri løgum sum t.d. "Fuck the jantelaw", sum varð nógv spældur herfyri. Anna Iachino og Arnold Ludvig eru bæði búsett í Keypmannahavn, men koma í summar til Føroya saman við tónleikarunum Jens Stoklund, Alain Dodji Apaloo + special guest singers Jasmin Ma Laika & Jasmin Natasha Labrosse. Og vit gleða okkum til MonkeyRat fara at framføra á Hvonn í august á Summartónum.







(KP)