Saturday, June 22, 2013

Scandinavian Pain





Eg havi bara sæð hansara verk á netinum, men eri longu dedikeraður fjeppari av íslendska listamanninum Ragnari Kjartansson. Tí hann hugsar so originalt og stuttligt. Hugskotið til verkið, sum íslendingurin hevur gjørt til Venesiabiennaluna havi eg skrivað um áður, tað ljóðar til at vera genialt og tað sama haldi eg kann sigast um hetta verkið, sum nú verður framsýnt í Malmö. Hann hevur fingið eitt stórt hoyggjhús upp at standa ini í turbinuhøllini í Moderna Museet í Malmö. Uppi á tekjuni á hoyggjhúsinum lýsir eitt 11 metrar langt neonskelti við orðunum Scandinavian Pain og inni í hoyggjhúsunum er ein framsýning við 40 verkum hjá Edvard Munch. Ragnar Kjartansson pallsetir verkini hjá Munch fyri at fáa fólk at hyggja at teimum við nýggjum eygum. Framsýningin læt upp 3.mai og verður at síggja alt summar inntil 25.august. Uttan mun til listaslagið, um tað er málarí, tekning, video, performance ella tónleikur, hann fæst við, hava verkini hjá Kjartansson ein serstakan poetiskan, skemtiliga sorgblíðan tóna og ofta er pláss til eitt sindur av kitsch ella lámentan, t.d. sang hann í sambandi við upplatingina av hesi framsýningini Abba-sangin The winner takes it all frá 1980.  


http://www.modernamuseet.se/Malmo/Utstallningar/2013/Malmo-Nordic-Ragnar-Kjartansson--Edvard-Munch/
http://www.youtube.com/watch?v=yvqPEkWj4mA