Tuesday, June 4, 2013

Okkum tørvar kvalifiserað kjak



Okkum tørvar kvalifiserað kjak um heimligar býarætlanir og um byggilistina her á landi. Stórar ætlanir verða í heilum lagdar fram, onkrar verða framdar í verki uttan, at tað hoyrist eitt kis hvørki frá andstøðu (her hugsi eg t.d. um Tórshavnar Býráð) ella frá arkitektum og serfrøðingum innan býarplanlegging. Tað er sera positivt, sjálvandi við virkisfýsni og at tað hendir nakað, men broytingarnar, sum lagt verður upp til, fara at hava avgerandi broytingar og ávirkan við sær í mun til okkara framtíðar býarrúm, og tí má ikki farast fram í óðum verkum. Fleiri av umbyggingunum, sum hava verið í Havn, hava undrað meg eitt sindur, tí tær tykjast framdar uttan virðing fyri teimum dimensiónum og sereyðkennum, sum merkja okkara bý og okkara mentan. 

Nøkur fá undantak hava verið í mun til ta samlaðu serfrøðingatøgnina, eitt nú var fyrrverandi býararkitektur Mikael Viderø í útvarpinum og fanst at ætlanunum hjá Tórshavnar Kommunu um at savna saman fyrisitingina í bygningunum hjá Bank Nordic. Eisini var Albert Isfeldt arkitektur í Degi og Viku fríggjakvøldið og segði sína meining um nýggju ætlaninar um Eystarubryggju, hann legði dent á týdninginum, sum havið og strondin hevur. Hann helt avgjørt, at Skansin má hava samband við havið og at ein bátahylur ikki er nóg mikið. Eg haldi, at vit áttu at kjakast meira um Eystarubryggju og allar hinar ætlaninar og umbyggingarnar og vóni, at tey kvalifiseraðu fara at blanda seg uppí í størri mun enn higartil - eisini uttan at vera eftirspurd

Viðvíkjandi nýggju arkitektakappingini um miðbýin í Havn tykjast atlit eftir øllum at døma vera tikin til atfinningarnar um mangulin uppá kjak, tí her verður byrjað við, at arkitektar og vinnurekandi verða boðin til eina workshop.

Tíðindaskrivið frá Tórshavnar Kommunu ljóðar soleiðis í síni heild: 

Býráðið hevur samtykt at játta pening til eina stóra arkitektakapping um miðbýin, sum skal liggja til grund fyri heildarætlanini, sum ein líka so spentur sum ótolin borgarstjóri hevur bíðað leingi eftir.


- Fyri at koma víðari við málinum at arbeiða við loysnum fyri viðurskiftini í miðbýnum, er neyðugt at viðgera miðbýin bæði sum eina heild og harumframt at gera neyvari uppskot til loysnir á teimum einstøku økjunum, har tað tænir endamálinum at fáa ein vælvirkandi miðbý. Framløgan og hugskotini um ”Havnina innan Stóragarð” eru eisini eitt sera gott íkast til eina slíka miðbýarætlan.



- Tí er gjørd ein ætlan at seta ein stýrisbólk at hava yvirskipaðu ábyrgdina av ætlanini, at seta ein fakligan arbeiðsbólk at standa fyri arbeiðnum, at bjóða arkitektum til eina workshop at viðgera miðbýin, umframt at bjóða vinnurekandi og øðrum áhugaðum til eina miðbýarworkshop, at hoyra viðmerkingar og ynski.



- Síðan verður útskrivað ein hugskotskapping millum arkitektarnar, sum bæði skal fevna um eina heildarætlan fyri miðbýarøkið, og neyvari hugskot fyri tey valdu innsatsøkini. Tá vinnararnir eru funnir verður gjørd ein kostnaðarmeting, sum beinanvegin verður raðfest á langtíðar íløguætlanini. Og so fara vit at gera sáttmálar um arbeiðini, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.


- Páhaldið um, at onki hendir í miðbýnum, er als ikki rætt. Umframt tey mongu privatu átøkini og handilslívið, so hevur kommunan sjálv gjørt fleiri prosjekt fyri eitt nú Kongabrúnna, Steinatún, Bryggjubakka, Skálatrøð, Vaglið og Tinghúsvegin. Munandi meira lív er í miðbýnum, serliga summarhálvuna. Okkara tekniska deild hevur nú endurkannað ymsu miðbýarøkini.



- Skulu vit liva upp til eina útlendska miðbýarmynd, so tørvar okkum fleiri ting, sum eyðkenna miðbýir aðrastaðni. Men hesi eru ikki torfør at røkka, tá hugsað verður um ráðhúspláss, handilsgøtu, søvn, tjóðleikhús og tónleikahús, umframt eina høvuðsbussstøð við teimum funksjónum, sum hartil hoyra.



- Vit fara tí undir at gera neyv og ítøkilig skipanaruppskot fyri miðøki sum Steinatún, nýkeypta bankabygningin, økið millum bankabygningin í Sverrisgøtu, Kára Hornið og Býarbókasavnið, gongugøtuna, Vaglið og bygningar kring Vaglið, Mylnugarð, Boisensgarð og Gamla Bókhandil, torgið við Gríms Kambansgøtu, fiskasølutorgið og alt økið undir Bryggjubakka.



- Uttanum hesi nevndu eru so uppskot sum býarlund framvið tinghúsvegnum, smáhandilsvirksemi, kafeir og annað á Áarvegnum og á Kongabrúnni og býarlund í Amtmansgarðinum. Annað økið er framvið Tórsgøtu, Dr. Jacobsensgøtu og Skálatrøð, har vit hava mentanarlig tilboð í Tórsgøtu, smáhandilsvirksemi í Dr. Jacobsensgøtu, parkering og nýbygging á Skálatrøð, umframt søguliga umhvørvið við Múllers og Skeiva Pakkhúsi og Østrøm.



- Eitt annað øki er frá Steinatúni og niðan til og við Sjónleikarhúsið, har møguleiki er fyri fleiri miðbýarfunksjónum, so sum býarlund í Grasagarði og garðinum hjá Frk. Kohr.



- At enda kann nevnast økið kring Apotekið, SMS og verandi høvuðsskrivstovu hjá BankNordik, sum inniheldur fleiri miðbýarfunksjónir, sum t.d. býarlund í garðinum hjá Zakaris á Skipafelagnum, høvuðsapotek, sjálvan handilsdepilin og bankabygningin, sum t.d. kann brúkast til størsta heilsudepil í landinum, tá kommunan yvirtekur hann í 2015.



- Býráðið hevur nú játtað pening til at fara í gongd, og vit fara sanniliga ikki at liggja leingi á málinum, tí her skal berast skjótt at, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.





(KP)