Wednesday, June 19, 2013

-Vit liggja ikki við Kaj, men spæla á sandinum!



Eingin ivi er um, at møguliga boykottið hjá ES móti føroyskum fiskavørum fer at vera eitt høvuðsevni á fundi í dag millum Helle Thorning-Schmidt, forætisráðharra og løgmann, Kaj Leo Holm Johannesen. So er spurningurin bara hvørt boykottið hjá listafólkum ímóti avgerðini hjá landsttýrismanninum í mentamálum um í einum at skerja 20 prosent av mentanargrunninum kann koma at raka føroyaferðina hjá danska forsætisráðharranum. Eitt er vist og tað er, at hvørki Teitur Lassen ella Sunleif Rasmussen fara at framføra nakað sum helst fyri løgmanni, forsætisráðharranum og hennara fylgi.Teir ætla sær í staðin at grilla í Sandagerði í kvøld, 19.juni klokkan 19. Hetta er hugsað sum eitt mótmæli undir herrópinum: Vit liggja ikki við Kaj, men spæla á sandinum!











(KP)