Mentanarnáttina 7.juni 2013 skipaði landsbókasavnið fyri framsýning, fyrilestrum og kjaki um ummæli http://www.flb.fo/foroyskar-bokementir-mugu-mielast-betri.html. Vit taka evnið upp á Listablogginum, her er uppleggið, sum Oddfríður M.Rasmussen helt.
Oddfríður Marni Rasmussen
Hvat eru vit? Hvat kallað vit okkum sjálv? Eg eri lærari, tí at eg allar
arbeiðsdagar í vikuni, alt árið undirvísi í fólkaskúlanum. Eg eri rithøvundur,
tí at eg næstan allar dagar í vikuni, alt árið fáist við at skrivað bókmentir.
Í fjør setti eg mær fyri, at eg skuldi ummæla øll yrkignasøvnini, sum komu út,
og leggja tey á heimasíðuna hjá Vencli.
Og eg so gjørdi.
Kanska eri eg ummælari eisini?
Líka veit eg!
Eg meti meg tó ikki sum ein ummælara, og tað haldi eg
ikki, at nakar føroyingur við fullum rætti kann kalla seg. Til at vinna sær
heitið sum ummælari, so skal onkur gjalda hesum fólki fyri eitt starv, sum
eitur ummælari. Tey, ið fáa løn fyri at ummæla í Føroyum er sjáldsamari enn
lundi á jólanátt, og tí hava vit ikki ummælarastarvið í Føroyum.
Vit hava fólk, sum viðhvørt skriva okkurt um list, men
vit hava ikki ummælarar.
Vit hava fólk, sum viðmæla bøkur. Fólk, sum hava hugna
sær við at lesa eina bók, sum hava eina trongd at siga øðrum, hvussu sterkt hon
kann viðmælast.
Vit hava fólk, sum frámæla bøkur. Fólk, sum hava lisið
eina bók, sum skuffar lesaran so mergdjúpt, at hann má frámæla øllum at lesa
bókina.
Vit hava bara ikki nakran, sum javnt og samt alt árið ummælir bøkur. Sum fær løn fyri at
viðgera eina bók eftir øllum skaldsligum reglum.
Hetta er eitt heldur avgjørt páhald frá mær.
Tað veit eg.
Sjálvandi finnast fólk, sum granska í bókmentum, og hesi
skriva eisini akademisk ummæli, men lítið er gjørt við at viðgera bókmentaligu
samtíðina. Tey, ið gera tað, eru tengd at bloggum og heimasíðum, og hetta arbeiðið
er ólønt, og tí ofta bara hjáputur hjá einum, sum vil viðmæla ella frámæla.
Tó skal sigast, at ein skái er at hóma, nú Dimmalætting
er farið at gera eitt mentanarískoytisblað, har pláss er fyri ummælum, men enn
er langt á mál, til vit kunnu siga: ummælarin hjá Dimmu og ummælarin hjá
Sosialinum ella ummælarin í Kringvarpinum, eins og Bukdahl er ummælari í
Weekendaavísini og Skyum í Informatión o.s.fr..
Skulu vit hava ummælarar og ummæli, og tað haldi eg, at vit skulu, so mugu
hesi fólkini fáa samsýningar fyri sítt arbeiði. Tað er tað fyrsta, sum skal
til, fyri at vit fáa ein samanhangandi ummælisstreym. Í fjør vórðu givnar út
145 bøkur á føroyskum máli. Tá er talan um allar bøkur, sum komu út á
føroyskum. Hetta átti at verið grundarlag fyri, at miðlarnir knýttu ummælarar
at sínum miðli, og fingu bøkurnar ummæltar. Tað krevur bara, at miðlarnir taka
seg saman og seta ummælarar at ummæla: ein til barnabøkur, ein til skaldsøgur
(bæði týddar og upprunabøkur), ein ummælara til yrkingasøvn og so framvegis. Hetta
skal byggjast upp, og verður tað gjørt, so hava vit ikki bara hava ein ummælara
og eitt ummæli, men vit hava fleiri og fáa ein samanhangandi streym av ummælum
alt árið.
Eitt er, at privatu miðlarnir ikki raðfesta ummæli, eitt
annað er, at tann almenni miðilin, Kringvarp Føroya, ikki virðir bøkur so
frægt, at ummælarar eru tengdir at stovninum, tað er óhoyrt. Tað átti at verið
ein sjálvfylgja, og vit vita, at tað er teirra skylda, at ummælarar eru knýttir
at Kringvarpinum, sum ummæla allar listagreinar, og at hetta eigur at vera ein
fastur táttur, latum okkum siga: eina ferð um vikuna.
Nú er so mentanarnátt. Øll eru so mentanarliga innsitllað, og tí hevði tað
eisini verið rætt, at tosað eitt sindur um, hvat ið eitt ummæli eigur at
innibera.
Eg fari her at taka fram eitt ummæli og ein ummælara.
Í 1826 kom út skaldsøgan eftir amerikanska rithøvundin
James Fennimore Cooper, sum á føroyskum kallast fyri Tann síðsti Mohikanurin (1967). Um somu tíð hevur ein annar
amerikanskur rithøvundur, Mark Twain, eitt ummæli ella rættari ein fyrilestur
um skaldsøguna eftir Cooper. Serliga
tekur Twain fram stílin, sum Cooper brúkar. Twain stríkur ikki Cooperi við
hárinum. Hann fer øgiliga illa við honum. Twain setir upp einar 18 reglur, sum
hann brúkar til at pilka við stílin hjá Cooper.
Hann viðger eitt lítið brot á 320 orð, og tá ið hann er liðugur við at
ummæla stílin í hesum 320 orðunum hjá Cooperi, eru ikki meir enn 200 orð eftir,
tí at Twain metir, at Cooper hevur brotið fleiri reglur viðvíkjandi stíli. Ein er, at hann roynir at
burturforklára við nógvum orðum, heldur enn at forklára við fáum. Ein onnur
atfinning er, at Cooper ikki rættiliga dugir mállæruna, og tí ikki málið. Ein
onnur atfinnign er, at Cooper ger stílin so innviklaðan, at hann ikki heilt
skilir hann sjálvur.
Hetta ljóðar næstan sum ritstjórnararbeiði, sum Twain
tekst við. Tað er tað helst eisini, men tað er eisini eitt slag av ummæli. Í
Føroyum hava forløgini ikki neyðugu orkuna, sum skal til fyri at ritstjórna
eini bók, og ofta verður ummælarin tí eisini ritstjóri, tá ið hann ummælir, men
tá er ov seint at ritstjórna.
Twain hevur rætt í sínum atfinningum. Hann grundgevur við ítøkiligum dømum fyri tí, sum
hann finst at. Hann gevur sær stundir at lesa og pilka við tað, sum eigur at
fáa okkum at skilja tað, sum verður sagt, nemliga – málið.
Ein danskur ummælari, sum eg haldi er gloymdur ella er dottin niður í
millum aðrar ummælarar, er Poul Borum. Hann er ein veruligur ummælari, tí at hann hevur ummælt akademsikt, fólksligt,
og so hevði hann ein persónleika, sum ikki var at taka feil av.
Borum hevði tvey sløg av ummælum. Tey akademisku ummælini
og tey fólksligu ummælini, ella ein freistast at siga: ófólkaligu ummælini.
Borum var sjálvur yrkjari, týðari, lærari og ummælari. Hann kendi bókmentir og
dugdi óluksáliga væl at lesa og hugleiða um sín lesnað.
Síni akademisku og væl úr hondum greiddu ummæli skrivaði
hann í tíðarritum, so sum Kritisk
Alfabet, Tusind øjne og Øjeblikket,
fyri at nevna nøkur fá. Har viðgjørdi hann og granskaði í bókmentum. Skrivaði djúpar
og inniligar greiningar av yrkjarum og rithøvundum, so sum Olaf Bull, Sophus
Claussen, Wirginia Woolf, Ole Sarvig, Lars Norén, samstundis sum hann skrivaði
ritroyndir um bókmentir og íblástur og poetikk. Í nógvum ummælum, setti hann
norðurlendskan skaldskap upp ímóti evropiskum og norður- og suðuramerikanskum,
og niðurstøðan var, at norðurlendskur skaldskapur livdi sítt egna lív her í
norðurlondum, men var minst líka modernistiskur og framligur sum skaldskapurin
aðra staðir, og í summmum førum hevði ávirkað skaldskapin í Avropa, Norður- og
Suðuramerika. Hetta var tann akademiska síðan av Borum.
Hin síðan, tann ófólkaliga ella fólksliga, henni slepti
hann leysari, tá ið hann ummælti á Ekstra Blaðnum frá 1968 til 1996. Á
Kongaliga bókasavninum á Keypmannahavn eru skrásett 5239 ummæli av 6832 verkum
í navni Poul Borums.
Tað er ikki onki.
Tó skal sigast, at hesi ummæli ikki altíð vóru so long.
Eitt ummæli var bara eitt orð. Tað var, tá ið hann ummælti bókina eftir Claus
Rifbjerg: Hvad sker der i kvarteret? (1983). Stutti dómurin hjá Borum var: Intet. Teir báðir sótu nú heldur ikki
væl um sátt. So tá ið Borum ummælti Rifbjerg, legði hann meir eftir Rifbjerg,
enn eftir bókini Rifbjerg hevði skrivað. Og tá ið Borum hevði skrivað eina bók,
so fekk hann eisini av at vita frá Rifbjerg.
Hesi bæði sløgini av ummælum hevði Borum í sær, men hann
hevði ikki bara tað. Hann hevði ein stóran persónleika, sum fólk antin fingu
andstygd fyri ella dámdu væl. Skrivaði hann liberettur til operur, møtti hann
upp í punkaraklæðum, við hanakambi, har onnur síðan var grøn og hin reyð. Hevði
hann skrivað tekstir til okkurt punkorkestur, møtti hann upp við ljósum hárið
og í klædningi. Hann var øvugtur allastaðni, har hann var. Samanlagt var Borum
tað, sum nógvir ummælarar í útlondum royna í dag: at brúka ummæli til at seta
seg sjálvan sum miðpunkt. Og hetta er tað, sum ein dugnaligur ummælari skal
duga í dagsins meldri.
Tey, sum skriva ummæli her á landi duga ikki so væl at
gera seg sjálvan sjónligan. Og tey hava ongan pall til hetta.
Eitt er tó vist, og tað er tað, at vit mugu hava ummælarar, annars gongur
tað út yvir bøkurnar, sum jú er tað, alt hóvastákið er um. Rithøvundar eru
eisini menniskju við eini ávísari mongd av fáfongd. Menniskju sum vilja hava,
at ljós verður varpað á tey og tað verkið, sum tey hava skrivað.
Skal eg tosa út
frá egnum upplivingum sum rithøvundur, so hevur tað ómetaliga stóran týdning at
fáa eitt ummæli. Eg eri kanska í tí lukkuliga endanum av rithøvundastættini, at
eg ikki enn havi fingið eitt ummælið, har bókin verður sáplað niður. Okkurt
lunkað hevur verið, men fyri tað mesta hava ummælini verið góð. Hetta hevur
stóran týdning, tí at við ummælum, so verða bøkurnar sjónligar, og fólk fara at
tosa saman um bókina, tey hava lisið og samanbera sína lesiuppliving við hana,
sum ummælarin hevur havt. Soleiðis kemur tú sum høvundur í samband við ein
lesara. Og vit vilja hava so nógvar lesarar sum gjørligt.
Tað er einsligt at skriva bøkur, og tað er einsligt at
lesa bøkur, tí hevur tað alstóran týdning, at vit hava ummæli, at vit hava eitt
skipa ummælaraumhvørvi, sum dyrkar listaverkið og hevur samrøður um bøkur og
bókmentir.
Eg hevði viljað
fingið eina lortaspann av einum ummæli, tí at tað vísir seg, at tað er tað, sum
skal til fyri at bókin verður lisin. Nógv dømi eru um bøkur, sum hava fingið
ómetaliga vánalig og á markinum til ófólkalig ummæli, og tær verða skræddar av
hillunum, meðan aðrar bøkur, sum verða róstar upp til skýggja, tær leggja fólk
onki í. Tað skaðafróa í menniskjum kemur fyri ein dag, tá ið tað ræður um
vánalig ummæli. Ummæli hava ikki bara henda týdningin fyri lesaran. Tey hava
eisini ein annan týdning. Lesarin ella móttakarin er hann, sum ger bókina
virkna, sum setur hana í gongd í høvdinum, sum ótilvitða og tilvitað, skipað
ella óskipað greinar og tulkar hana. At bókin verður sett í gongd í høvindum á
einum lesara, tað hevur alt at siga. Tað er har, hon hoyrir heima.
Eg byrjaði við at siga, hvat eg eri. Eg eri eisini lærari, og í mínum
starvi sum lærari, leggi eg stóran dent á, at næmingarnir fáa eina góða
lesiuppliving, soleiðis at bókin verður gjørd virkin í høvindum á teimum, og
hon av sær sjálvari verður greinað og tulkað í sinninum á næminginum, á
lesaranum. Vit hava eina uppgávu sum lærarar at gera bókmentirnar áhugaverdar.
Vit eru uppi ímóti Youtube og máttmikla Hollywood, so í so máta tykist uppgávan
óvanliga vónleys, men vit eru enn kjøt og blóð, ikki ónertiligt eygnagæti hjá
einum næmingi. Vit kunnu meir enn Youtube og Hollywood.
Vit hava eisini eina uppgávu sum ummælarar, at vit eru
ærligir og tora við grundgevingum at siga okkara meining, so almenningurin
verður skakaður til at keypa bøkur. Vit mugu tora at biða høvundar gevast viða
at skriva. Vit mugu eisini tora at rósa teimum, sum rós hava uppiborið.
Fyri eftirtíðina
hava ummælini stórt virði. Eg havi klipt út øll ummæli, sum bøkur mínar hava
fingið. Lesi eg tey aftur nú, hava tey ein heilt annan týdning, enn tá ið tey
vórðu skrivað. Hyggja vit eftir áðurnevnda ummæli hjá Mark Twain, so sær
eftirtíðin ein ógvuliga avgjørdan og beinharðan lesara og ummælara í Twain. Vit
kunnu læra av hesum, taka tað til okkum.
Vit hava eisini eina uppgávu sum rithøvundar, og tað er,
at vit mugu tora at gerast meir sjónligir, eisini tá ið vit sita og skriva
bøkur. Vit mugu út at tosa um bókmentir, út at lesa tær upp, so at lesarin ella
áskoðarin og áhoyrarin fær eina aðra dimensjón við av einum bókaverki og einum
rithøvundi og rødd hansara á einum palli.
Tey tvey árini
eg gekk á Rithøvundaskúlanum, lærdu vit at taka ímóti ummælum. Ofta var
orðalagið so hart, at næmingarnir vóru bidnir at fara at læra okkurt annað. Tað
er ikki lætt, tá ið tín bók, sum tú hevur brúkt eitt ella tvey ella
fleiri ár at skriva, verður petta sundur í smáar óbrúkiligar smálutir. Ikki er
tað lætt.
Men neyðugt er tað.
Ein ummælari er
bara ein annar lesari, sum dugir eitt vet betur at seta seg inn í bókmentir enn
tann vanligi lesarin, men tað er ikki vist, at ummælarin altíð hevur rætt.
Verri enn so.
Høvundar eru ikki feilfríir.
Lesarin er heldur ikki feilfríur.
Ummælarin er als ikki feilfríur.
At ummæla er ikki ein avgjørd vísund.
Eitt ummæli kann vera avgjørt.
Eitt annað kann vera vísund.
Og tað er so tað.
Fyrilestur hildin á Mentanarnáttini, fríggjadagin 7. juni 2013 kl. 19.00, á
Landsbókasavninum: Ummæli av føgrum bókmentum.