Í kvøld, tann 21. juni, verður tungmálmsbrak í Sjónleikarhúsinum í Havn. Summartónar skipar saman við Upp Við Hornunum fyri konsert við tungmálmsbólkunum Hamferð, Earth Divide og Asyllex.
Umframt at konsert er á skránni, so stendur Upp Við Hornunum fyri eitt sokallað "metal lounge", har tað verður møguligt at keypa sær okkurt drekkandi og lurta eftir tungmálmstónleiki. Tiltakið byrjar kl 20:00 og atgongumerki á 100 kr kunnu keypast í Tutl ella við dyrnar.
Hamferð telist millum tey mest aktuellu nøvnini á tí føroyska tónleikapallinum í løtuni. Seinast Hamferð spældi konsert í Føroyum var tað í Havnar Kirkju, og tá varð útselt eitt døgn aftaná at atgongumerkini fyrst vóru at fáa. Bólkurin hevur í seinastuni verið fult upptikin við upptøkum av tí komandi fløguni hjá sær, sum verður givin út í heyst.
Earth Divide eru eisini aktuellir í løtuni. Eftir at hava givið fløgu út, tók bólkurin enn einaferð øll á bóli á Wacken Metal Battle við einari framúrskarandi framførslu. Earth Divide skal í summar á konsertferð við íslendsku Angist í Føroyum og Íslandi.
Asyllex er tað nýggjasta málmsískoytið úr Suðuroynni. Bólkurin hevur vunnið sær alsamt fleiri fjepparar við at leggja nýggj løg út á netið. Teir spældu eisini eina sannførandi konsert á Wacken Metal Battle.