Tuesday, June 11, 2013

Um ummæli


Mentanarnáttina 7.juni 2013 skipaði landsbókasavnið fyri framsýning, fyrilestrum og kjaki um ummæli http://www.flb.fo/foroyskar-bokementir-mugu-mielast-betri.html. Vit taka evnið upp á Listablogginum, her er uppleggið, sum undirritaða helt mentanarnáttina. Oman fyri er onkur av teimum meira kreativu viðmerkingunum, sum eg havi fingið gjøgnum ár og dag.

Lívsstílscoach´ar og konsulentar hava mælt til tað í fleiri ár og nú hevur øll fjasibókin eisini fingið tað við; at ein jaligur hugsunarháttur er tann einasti rætti. Tað tykist sum óskrivað bann er komið ímóti at skriva neiligar, vónleysar og óuppbyggiligar støðulýsingar á facebook og allar møgulig aðra staðni. Vit skulu vera jalig og uppbyggilig og kanningar vísa nú, at fólk fáa niðurtúr og vánaligt sjálvsálit av øllum jaleikanum í okkara samfelag. Tey fáu negativu menniskjuni, sum eru eftir hava fingið serstøðu og verða mett sum serskøltar, outsidearar og herligir originalar og so eru tað ummælararnir, ein flokkur av innibrendum, beiskum wannabe-listafólkum, sum í ummælum hevna teirra egnu miseydnaðu listakarrieru. Ella hvat?

Eg haldi sjálv, at kravið um jaleika kennist sum eitt slag av andaligari spennitroyggju í almenna rúminum. Æviga brosið er falskt og stívnað og tí vil eg við hesum uppleggi nýta høvið at royna at fremja søk okkara neiligu. Tað er so lætt at rósa og fagna og so nógv verri at finnast at. Vit skulu fegnast um tey negativu ummælini, eisini um vit halda tey vera skeiv, tí tað eru serliga tey ummælini, sum gera nakað fyri tankavirksemið og fyri listakjakið.

Sjálv havi eg verið ummælari síðan 1996, tá eg byrjaði at skriva fyri útisetablaðið Oyggjaskeggja í Keypmannahavn og havi síðan havt greinar og innlegg her og der í fjølmiðlunum. Eg havi hildið meg verið amatør, eitt slag av áhugaummælara, tí eg havi ongantíð arbeitt fast á nøkrum miðli, havi havt ummælaríið aftrat ymsum størvum, men freelance ummælarar gerast alt meira vanligir, eisini í bløðum uttanlands, ið ikki hava ráð at hava fastsettar ummælarar. Seinastu 3 árini havi eg saman við Inger Smærup Sørensen havt listabloggin og hann inniheldur m.a. ummæli. Eg havi primert ummælt myndlist og poesi, men havi eisini viðgjørt list og mentan í eini breiðari merking. Eg havi altíð verið ógvuliga áhugað í ummælum og eg lesi nógv ummæli hvønn dag. Høvuðritgerðin hjá mær á universitetinum snúði seg um ummæli. Eg greinaði framúrskarandi ummælini, sum danski ummælarin, Tom Kristensen, skrivaði av bókum hjá Karen Blixen. Ein orsøk til, at mær dámar so væl ummæli er, at ummæli eru fjølbroytt og at sjangran í grundini er so ómetaliga rúmlig.  Ummæli innihalda lýsingar, metingar av verkum. Men umframt hesa forbrúkaravegleiðingina eru ummæli eisini eitt slag av tíðargreinum, ið kunnu rúma mentanarpolitiskar eygleiðingar til dømis. Í grundini eru ummæli rættiliga víttfevnandi og tað er ikki løgið, tí tey skulu helst avspegla listina. Tú kanst meta um mátan eitt listaverk er plaserað á eini framsýning ella um eina bók ella ein leik í mun til hinar leikirnir, sum høvundurin skrivaði. Tú kanst meta um listabólkin, rákið ella hinar listabólkarnar, listastovnin ella aðrar listastovnar, stovnsleiðslu, stovnsskrá, framsýningarætlanir og -visiónir, mentanarpolitikk ella mangul uppá sama og so framvegis.

Meðan brúkarin ynskir undirhaldandi ummæli, ella ummæli, sum eru væl orðað og spísk og helst eisini uppbyggilig, tosa listafólkini aftur og aftur um saklig ummæli og kompetentar ummælarar, sum eru fakliga útgjørdir innan ta listina, sum teir ummæla. Listin er rættiliga kompleks og kontekstuel og tí kann tað eisini vera rættiliga víttfevnandi at fyrihalda seg sakligt til listina eisini sjálvt um tú hevur relevanta útbúgving og serliga samtíðarlistin er ofta torfør at fáast við, tí góð list er ofta framman fyri sína tíð.

Áhugin fyri list og mentan tykist vera lutfalsliga stórur í okkara samfelag og eg haldi eisini, at listin verður raðfest í ein vissan mun, um tað so gongur hin vegin innan politisku skipanina. Dimmalætting ger eina roynd og gevur út Punktum.fo við 36 síðum av mentanartilfari, sum kemur út eina ferð um mánaðan. Í útvarpinum er ein sending um vikuna, In Mente, men í sjónvarpinum, sum er tann sterki miðilin, mangla vit eina regluliga mentanarsending. Eg haldi sjálv, at listaviðgerð, listakjak og ummæli eru ómetaliga umráðandi, tí tað flytir og mennir okkum. Vit hava ótrúliga nógva góðskulist í Føroyum innan øll listasløgini, men enn darlar mentanarøkið aftaná. Vit hava enn ikki fatað hvussu nógv mentan og list kann gera fyri eitt elalítið samfelag sum okkara bæði í mun til at gera okkum sjónlig úti í heimi og í mun til trivnaðin innanlands. Politiska skipanin hevur enn ikki fatað hvussu nógv vit kunnu fáa burtur úr listini, um vit stýra henni við virðing og professionalismu. Enn hava vit ongan hug at skilja í millum áhugalist og yrkislist, hetta sæst aftur í stuðulsskipanini. Eg ivist ikki í, at hetta fer at vera gjørt sum ein natúrligur partur av yrkisgerðini av listaøkinum, tað snýr seg um at uppstiga mentanarpolitiska økið, listaútbúgvingar, listaumhvørvi, listastovnar, stuðulsskipanir osfr.  

Til tess at økja um listatilvitið eru ummælið serstakliga góð og áhugin fyri ummælum er sera stórur. Vit merkja tað á Listablogginum, at ummæli geva fleiri lesarar. Men at vera ummælari í einum so lítlum samfelag sum okkara kann vera strævið. Eitt er í lesarabrævum at verða skýrd lygnari, følsk, papageykur, svikari - ja enntá nazist og gívur - eg haldi í prinsippinum, at tað er í lagið, at fólk reagera og skriva, tá tey eru ósamd við mínum metingum. Mær dámar sera væl mótummæli, serliga tá tey eru seriøs. Men tað er ikki altíð so tespiligt í gerandisdegnum, tá fólk brádliga halda uppat at heilsa og ikki minst, um tey ringja ella skriva og koma við beinleiðis hóttanum. Eg haldi, at eg so líðandi eri blivin nokk so garvað. Eg fái eisini hópin av fittum viðmerkingum frá fólkum við stórum áhuga fyri list, sum lesa Listabloggin, sum fylgja við og sum eggja mær til at halda fram og tað ætli eg mær eisini. Eg ætli at ummæla, viðmerkja, viðgera og hugleiða um list við vón um, at fólk í staðin fyri at gerast fornermað og óð og taka ummæli sum tann endaliga og forkromaða dómin, heldur fata ummæli sum eitt upplegg til kjak. Eg havi sagt tað áður og endurtaki gjarna, at eitt ummæli byggir á eina subjektiva meting og kann eftir míni meting ongantíð vera meira enn eitt upplegg til kjak.


Kinna Poulsen