Tuesday, June 18, 2013

Føroyar 5.2 - Hvussu ljóða Føroyar?




TÍÐINDASKRIV

Í summar verður Norðurlandahúsinum karmur um eina framførslu, sum neyvan hevur sæð sín líka í Føroyum - ella kanska ikki í øllum heiminum. Framførslan kallast "Føroyar 5.2 - Hvussu ljóða Føroyar?" Hon er eitt samanspæl millum jarðvísind, akkustik og kreativu tónlistina hjá bólkinum ORKA.

Jens L. Thomsen tónleikaframleiðari úr bólkinum ORKA og Uni Árting jarðfrøðingur hava verið runt á 5 seismiskum mátistøðum í Føroyum og upptikið seismiskar ristingar í hellu, bergi og grótbrotum fyri at finna útav, hvussu Føroyska undirgrundin ljóðar, og um ein kann spæla uppá hana. Hesar upptøkur eru síðani samansettar til tónleik. Framførslan er ein samanrenning av video, surround-ljóði og rúmi, og tað eru Jens L. Thomsen og Uni Árting sum á fyrsta sinni tóku stig til verkætlanina saman við Granskingarráðnum.

Tiltakið, sum er partur av 30 ára jubileumsskránni hjá Norðurlandahúsinum, verður í Skálanum í tíðarskeiðnum 21. juni til 13. juli kl. 13.00 allar dagar uttan sunnudag. Fyri at tryggja eina so góða uppliving sum til ber, er plássið avmarkað. Kostnaðurin er einans 30 kr. Í sambandi við tiltakið verður eisini møguleiki at “smakka” Føroyar hvønn fríggjadag og leygardag í sama tíðarskeiðið kl. 12.00-13.00. Koks ger brellbitar úr føroyskari rávøru, sum fólk kunnu njóta áðrenn sýningina. Kostnaðurin er 100 kr. fyri matin, men til ber at keypa tiltøkini hvør sær. Les meira og keyp atgongumerki á nlh.fo