Friday, June 21, 2013

Listarliga eminentir krossdressarar






Bretski listamaðurin Grayson Perry hevur fingið eina sonevnda CBE  heiðursløn frá drottningini (Queen's Birthday Honours) og sigur, at hann longu nú er farin at spekulera uppá hvat hann skal fara í til sjálva handanina. Listamaðurin, sum arbeiðir við leirlist og myndateppum, er kendur krossdressari (crossdresser) sigur seg yvirhøvur vera ómetaliga bilsnan yvir, at etableraða samfelagið/kongahúsið hevur hann í tonkunum til tílíkan heiður.

Hann mátti eftirhondini verið vanur við heiðurin. Hann fekk ta háttvirdu Turner heiðurslønina í 2003 og herfyri vann hann eina Bafta heiðursløn fyri sjónvarpsrøðina All in the Best Possible Taste. Hann er í verkunum kendur fyri at vera rættiliga provokerandi í sínum tilsipingum til sexuella óhógv og í granskingini í stíli og tokka hjá fólkum, har hann setur spurnartekin við okkara avgjørdu meiningar og fordómar um hvat er pent og ljótt. 


Grayson Perry er til tíðir kvinnan "Claire", sum vit síggja tvær myndir av her omanfyri. Perry tekur í løtuni lut á Summarframsýningini hjá Royal Accademy í London. Grayson Perry minnir eitt sindur um okkara egna Dennis Agerblad, sum tó hevur sín heilt egna og rættiliga originala stíl.Tað sæst á Várframsýningini við filminum við tí eyðkent ófordragiliga heitinum Snoribollagenturnar. Eg haldi, at mong okkara hanga føst í gomlum listadefinitiónum og tessvegna hava ilt við at síggja tað listarliga í performance, serliga, tá dyrkanini av tí ljóta, meiningsleysa og ótilpassaða er fremst í huga, og kanska ikki minst um listamaðurin eisini er transvestit ella trash drag queen. Eg eri fullvís í, at Dennis Agerblad er millum okkara bestu listafólk. Hann verður sjálvandi við á Ólavsøkuframsýningini 2013, sum partvíst verður gjørd við R.A.Summarframsýningini sum fyrimynd. Eg seti til stuttleika inn eitt dømi um eina fantastiska performance hjá Dennis Agerblad, umframt nøkur brot úr ummælum av Grayson Perry. 



A fearless and sneerless study of class and taste. We’ll deal with it properly next week, when he’s in Tunbridge Wells to meet the middle classes.
Sam Woolaston Guardian
A self-styled working-class Essex boy who has spent most of his life in the middle-class world of modern art, Perry made for a likeable and thoughtful interlocutor – Theroux-like in his naive questioning, but with an artist’s penetrating eye for detail.
Tom Sutcliffe Independent
A hugely promising start. His tapestries are ornate invitations for us to stamp out our snobbery. His programme: a beautifully stitched living portrait of a class, a city and an artist.
Alex hardy The Times
...artist and all-round dude Grayson Perry has been touring the land, observing the British population… His insights are direct and without pretension. Thoroughly refreshing."
Guardian Guide
The tapestries… are of course brilliant but - perhaps more surprisingly - so is the television series. Grayson is an absolutely superb interviewer… Grayson's style is so different it is almost revolutionary.
Lynn Barber The Sunday Times



(KP)