Eg skrivaði 6.juni fyrispurning til Tórshavnar Kommunu um at fá eina
grundgeving ætlanina við Eystaru Vág. Enn hava vit bara hoyrt politikarar og
havnameistara grundgivið og eg kundi hugsað mær eina grundgeving frá teimum
(arkitektar/byggifrøðingar osfr), sum hava gjørt ætlanina. Í brævinum skrivaði
eg, at havnamyndugleikarnir óbeinleiðis hava víst á eina loysn, tá teir hava
grundgivið fyri útbyggingini í miðlunum. Aðalmálið við útbyggingini er sambært
Havnamynduleikunum at býta sundur tvær fullkomuliga ymiskar funktiónir; frakt
og ferðafólk. Í staðin fyri at útbyggja hesar báðar funktiónir, sum ikki hava
nakað við hvørja aðra at gera, mitt í Havnini - spurdi eg um tað hevði borið
til at gjørt neyðugu tillagingarnar í verandi havn í Tórshavn fyri ferðafólkaskipum
og flutt fraktina til eina útbygda havn í Kollafirði. Eg havi ikki fingið svar
frá nøkrum arkitekti ella byggifrøðingi. Eg havi fingið svar frá
havnameistaranum, og tað snýr seg primert um havnaviðurskifti við praktiskum atlitum til vinnu og ferðslu. Eg seti svarið inn her:
Í telduposti frá Kinnu
Poulsen, dagfestur 6. Juni 2013, verður biðið um:
1. Grundgeving fyri
útbyggingini
2. Svar upp á uppskotið
um at flyta fraktina til eina útbygda havn í Kollafirði.
Dýpi fram við Eystara mola og í
innsiglingin er ov lítið. Hetta viðførir, at tá verðandi bingjuskip liggja við
bryggju, er neyðugt at leggja fendarar millum skipið og bryggjuna. Hetta er
ikki nøktandi, og ger tað ómøguligt at fáa størri bingjuskip til bryggju, enn
tey verðandi. Alt fleiri ferðamannaskip, sum sigla á okkara leiðum, kunnu ikki
koma til bryggju, tí dýpið er ov lítið. Tað ber ikki til at dýpa meira fram við
verðandi bryggju, uttan at ein heilt nýggjur bryggjukantur verður gjørdur fram
við verandi bryggju. Innsiglingin, millum verandi mola og Viðarnes, er áður
dýpt niður á 10 m ,
og er tað tí sera trupult at dýpa aftur.
Kajplássið, serliga um summarið, er
avmarkað. Hetta merkir, at tað ikki ber til til at avgreiða tey størru
ferðamannaskipini og bingjuskipini samstundis. Heldur ikki ber til at vaksa um
møguligt annað virksemi, tí tað má verða pláss til bingjuskipini, sum sigla í
fastari rutu, eins og ferðamannaskipini, sum hava fingið játtað pláss langt
frammanundan. Økið til bingjur og trailarar er ov lítið. Økið til bingjur og
trailarar er ov lítið. Hetta merkir at tað blíva alt ov nógvar flytingar, og
harvið blívur arbeiðsgongdin óeffektiv. Tað er onki pláss til vøkstur. Økið til
pakkhús o.a. er ov lítið. Av tí at bingjuøkið, er ov lítið, ber ikki til at
byggja goymslubygningar o.a., sum tørvur er á til havnavirksemið. Økið til
avgreiðslu av ferðafólki og bilum er ov lítið. Tað er alt ov lítið pláss til at
ferðafólk og bilar, serliga um summarið. Ein víðkan av havnaøkinum hevði gjørt
tað møguligt at umskipa økið rundan um farstøðina, soleiðis at betri pláss varð
til tey ferðandi.
Við hesi útbyggingini skulu tað vera tvær
innkoyringar til havnaøkið. Verðandi innkoyring, sum í høvuðsheitum skal
brúkast av teimum, sum hava samband við ferðafólk, og nýggja innkoyringin, sum
verður vestan fyri stóru húsini hjá Færøernes kommando, sum skal brúkast av
teimum, sum hava við frakt at gera. Tað er ikki so heilt einfalt at skilja
ferðafólkaskip og frakt heilt sundur, tí fluningsmynstrið hjá okkum er soleiðis
háttað. Norrøna er t.d. eitt ferðafólkaskip, sum eisini flytur stórar nøgdir av
frakt. “Cruiseskipini” eru at kalla bara á okkara leiðum 3 mánaðir um summarið,
tí kann tað vera skilagott at tey brúka somu havn, sum onnur skip. Um vit
skuldu brúkt havnina í havn burturav til ferðafólkaskip, hevði havnin í Havn
ligið at kalla óvirkin 9 mánar um árið. Havnin í Kollafirði er útbygd nógv
seinastu árini. Har er stórt virksemi við kryvjing av laksi, og eitt stórt
arbeiðspláss í sambandi við uppisjóvarvirkið. Á Oyrareingjum er øki og bryggja,
har bingjuskip koma og fara regluliga. Um útbyggingarætlanin í Havn skuldi
verið flutt til Kollafjarðar, hevði hon fylt sera nógv á fjørðinum. Við at
byggja í Havn nú, hava aktørarnir í Havn pláss at veksa um sítt virksemi,
samstundis sum umstøðurnar hjá ferðafólkaskipunum batna munandi, eins og
verandi aktørar í Kollafirði eisini hava møguleika at vaksa um sítt virksemi.
Ætlanin, sum nú liggur á borðinum, hevur verið umrødd við fornminnis
myndugleikan fyri nógvum árum síðani. Tað verður framhaldandi samskift við
fornminnis myndugleikan, soleiðis at vit finna eina góða loysn fyri økið rundan
um Skansan.
Vinarliga
Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari