Saturday, June 1, 2013

Alt fyri vinnulívið

 


Vandin fyri at vera reaktioner er hóttandi nær, tá tað snýr seg um broytingar í býarmyndini. Nógv av okkum hava eina romantiska mynd av okkum sjálvum og eina idylliska mynd av okkara býi og tá er lætt at detta í ta grøvina, at halda seg til heildarregluna, at alt nýtt er av tí ónda. Hesin vandin er serliga hóttandi, tá mann ikki er serkøn - og tað eri eg avgjørt ikki, tá talan er um býarplanlegging -  og tað er lætt at siga, at alt nýtt sær skrekkiligt út og ynskja, at alt skal blíva við at síggja út sum í gomlum døgum.

Men við hesum fyrivarnum má eg siga: Tað sær skrekkiligt út. Útbyggingin av Eystaru bryggju í Havn.

Eg haldi, at tað er sera umráðandi, at pláss er til ídnað í býum. Eg haldi, at skipasmiðjan er ein risa fyrimunur fyri Havnina við øllum hennara lívi og ljóðum og teirri variatiónini, sum skipasmiðjan fagurfrøðiliga gevur býarmyndini. Eg haldi eisini, at tað er umráðandi, at alt ikki blívur ov pent og sterilt, og tá er ídnaðurin frálíkur av hava í einum býi, tí ídnaðurin skapar mótspæl til tað pena, sum kann vera á markinum til tað smáborgarliga og keðiliga. Eg elski eisini bingjuskipini, tey síggja fantastisk út, eg elski, at havnin er aktiv og at tað er annað enn hav at síggja á havinum. 

Vinnulívið og ídnaðurin eru til fyrimuns fyri trivnaðin í býnum, so latið okkum bara ansa væl eftir teimum. Men vit hava eisini annað, sum vit mugu ansa eftir. Vøkur gomul bygningsverk sum skansin til dømis, sum nú verður fullkomiliga innilokaður, ella vakra skapið, sum Havnin hevur frá náttúruni út móti sjógvinum, sum nú skal umskapast á óvakran hátt.

Tað má bera til at skapa eina loysn, har vit om somu tíð varðveita tað sum skal varðveitast samstundis sum vit hava rúm fyri nýggjum framtøkum, rúm fyri mentan, rúm fyri menniskjum og rúm fyri vinnilívinum. Eg nokti at trúgva, at tað skal vera ómøguligt. Eri bangin fyri, at ómøguligar støður koma, tá politikarar púra ókritiskt sleiskast fyri vinnilívinum.

Sleiskur hugburður fer ikki at gera nakað gott fyri Havnina, vit mugu síggja býin sum eina heild við nógvum pørtum, sum allir veita býnum sítt og sum skulu vera til saman.



Kelda: Torshavn.fo   "Vinnunevndin hjá Tórshavnar býráð samtykti 30. mai 2013 at fara undir at byggja Skansabryggjuna út. Nevndin hevur leingi arbeitt við málinum um plásstrot á eystara keiøki og at geva vinnulívinum betri karmar, og samstundis við framtíðini í huga skapa møguleikar fyri nýggjum, og í føroyskum høpi ótroyttum virksemi. Málið skal fyri aðrar myndugleikar at taka støðu til, áðrenn byrjast kann, m.a. skal byggisamtyktin broytast og friðingarmyndugleikarnir skulu góðkenna ætlanina."


Í Vinnunevndini í Havnar Kommuna sita:
Sjúrður Olsen
Tróndur Sigurdsson
Halla Samuelsen
Bjørghild Djurhuus
Jákup Dam


Tiltakslimir
Bogi Andreasen
Helena Dam á Neystabø
Sigrún Mohr
Annfinn Brekkstein
Jógvan Arge



(IS)