Wednesday, June 26, 2013

Urban coolness í Steinprenti


Vit hava áður sæð steinprent frá hansara hond, og vatnlitamyndir, installatiónir umframt eina rúgvu av yrkingum, men málningar - tað er nakað nýtt. Vit hava ikki áður sæð eina samlaða presentatión av málningunum hjá Tóroddi Poulsen. Og á sama hátt sum við hinum listasløgunum, ger Tóroddur Poulsen ongantíð minni enn at broyta sjálvar grundtreytirnar - við hesum myndum umdefinerar hann føroyskt málarí frá teimum semiabstraktu náttúrutulkingunum og ekspressivu fólkalýsingunum og figurativu popplistini til nakað nýtt og modernað, sum ikki hevur verið gjørt áður innan føroyska málningalist, men sum eisini er originalt í altjóða høpi. Um vit taka málningin oman fyri sum dømi, so hava vit ikki áður sæð eina mynd av einum manni í sólbrillum við gittara undir liðini, sum situr í einari svartari sofa við eitt grønt sofaborð og lesur eina teknirøð meðan spannir í hópatali ota seg inn á hann. Myndin er um somu tíð eitt sindur skemtilig, óhátíðarlig og serstakliga álvarsom, tí hon snýr seg um listarliga inspiratión. Fyri listamannin sjálvan er munurin ikki stórur á at skriva og at tekna ella mála, gera installatiónir ella spæla tónleik. Listasløgini hava øll fylgt honum so ella so, tað visuella hevur frá byrjan havt sín alstóra týdning í øllum tí, sum Tóroddur Poulsen skrivar. Hann hevur t.d. skrivað ekfrasir, men orð og setningar hava eisini stóran týdning í hansara myndum, í kalligrammum, figuryrkingum og í fleiri myndum eru orð javnsettir myndaliðir og fungera sum myndir og sum tekin. Musikaliteturin er støðugur og gjøgnumstreymar yrkingar og myndir, antin tað er røddin á amerikonsku bøn Jim Morrisons, sum fylgir lesaranum inn í tað fyrsta yrkingarsavnið "Botnfall", ella tað snýr seg um sjálvan tónleikin, sum Tóroddur Poulsen hevur spælt inn á fløgu. Tónleikurin hjá honum kyknar úr myndum og orðum og tykist uppbygdur eins og eitt stemningstapet av avantgardukendum og tíðum løgnum og tilvildarligum akkordum, ið undirbyggja huglagið í teim yrkingum, sum listamaðurin lesur upp. Steinprent hevur frá hansara byrjan innan myndlistina havt stóran týdning fyri listamannin, eg haldi, at skipaðu mannagongdirnar við prentingini hava havt týdning fyri listamannin. Málningarnir hava ikki tann sama fínleikan, sum prentini hava uttan mun til um tey eisini eru vøkur, dekorativ, stuttlig ella frek. Málningarnir eru eins greinandi hugsaðir og prentini, og myndevnini kenna vit aftur úr prentunum, men orsakað av ítøkiligu málingini, tykjast málningarnir í enn størri mun enn prentini merktir av bad art snildum. Kanska kunnu vit siga, at málningarnir eru merktir av eini serstakari urbanari coolness, men í øllum førum er hetta ein heilt serlig málningaframsýning, ið letur upp í Steinprenti leygardagin 29.juni klokkan 15.  Øll eru hjartaliga vælkomin.




(KP)