Tuesday, June 25, 2013

SÓL


sólin er bannað í summum húsum
svartar rullugardinur og persiennur gera sína skyldu
sum smáir illsintir tænastumenn fyri várharra
myrkaleggja alt og øll sum látast at liva eitt vanligt lív
í húsum við ongum sólargeislum
NASA kundi ikki gjørt tað betur í sínum royndum
at halda skaðiligar geislar burtur úr himmalhválvinum

í summum húsum fylla tey seg við vitaminum í staðin
lurta eftir pressuni frá morgun til myrkurs
allan sólarringin á tamb tá andin er yvir teimum
hoyra um hungursneyð
turk
bumbumenn
bardagar
allar hugsandi vanlukkur
prísa seg lukkulig yvir at liva í einum landi
ið ikki hevur uppiborið slíkar vanlagnur

tá er tað so nógv lættari
at finna seg í síni heilt egnu lítlu vanlagnu
í myrkaløgdum húsum
sjálvt um barnið ræðist myrkrið
og ikki skilur at tað er verðin
sum hevur alla skyldina



Mynd: Anna Seppälä
Yrking: s.30 í: Eru Koparrør í himmiríki eftir Katrin Ottarsdóttir




(KP)