Mítt mentanarkvøld byrjaði á Býarbókasavninum klokkan fimm, har eg skuldi
greiða frá um samankoblingina millum myndlist og poesi í verkunum hjá Tóroddi
Poulsen. Klokkan tjúgu minuttir yvir fimm var eingin komin, so eg slapp mær
yvir í Keypsamtøkuna glað fyri tankan um at tað sjálvandi var vantandi lýsing
av tiltakinum í bløðum og í mentanarfaldaranum og upplatingin av Summarframsýningini um somu tíð,
sum høvdu skyldina av, at eingin kom at lurta eftir mær. Á Landsbókasavninum klokkan
sjey var uppmøtingin heldur frægari. Vígdis Bjarnadóttir skipaði saman við hinum fólkunum
á Landsbókasavninum fyri einum tiltaki á Landsbókasavninum, sum snúði seg um ummæli. Sjálv nýtt eg høvið
at fagna tí negativa ummælinum, Oddfríður M.Rasmussen og Erhard Jacobsen høvdu
hvør sítt áhugavert upplegg umframt, at Uni Debess sang nakrar góðar. Uni helt
eisini, at negativ ummæli vóru fín, tí at tey góvu eitt spark í reyvina á tann
hátt, at tey fingu teg (hann) at hugsa: "Eg skal fanin ONGANTÍÐ halda uppat við tí, sum eg
geri..". Hann hevði sjálvur upplivað hetta, at fáa eitt vánaummæli,
greiddi hann smábrosandi frá. Upprunaliga vóru tað helst ummæli av føgrum bókmentum,
tað skuldi snúgva seg um, um, men mítt upplegg var eitt sindur breiðari og tók
støði í negativa listaummælinum, sum eg altso haldi, at vit í serligan mun skulu
fegnast um. Erlig, neilig ummæli skapa áhuga millum fólk, sum kanska enntá fáa
hug at lesa umrøddu bók, síggja framsýningina ella leikin, hoyra fløguna osfr. Og tað besta er, tá mótummælið koma ella lesarabrøv. Negativ
ummæli skapa positiva energi, haldi eg og í okkara lítla samfelag eri eg serliga
fegin, tá kritikkurin kemur út um køksgardinurnar og ikki verður hildin aftan
fyri ryggin á teimum, sum hann snýr seg um. Her hugsi eg ikki um navn- og ryggleys innlegg
á vágaportalinum, har roynt verður at karaktermyrða fólk, ið gera teirra arbeiði
og eg hugsi als ikki um teir nógvu "topp-viðmerkjararnar" til hetta og hatta á
portalum, har flaggað verður við fordómum og óvitan. Nei, eitt negativt ummæli
má í serligan mun vera grundað á holla og serkøna vitan. Uppleggini,
ið vórðu hildin í gjárkvøldið verða øll løgd á heimasíðuna hjá Landsbókasavninum
og har er forrestin ein áhugaverd lítil framsýning, sum snýr seg um ummæli og
sum dregur nøkur markant ummæli fram, t.d. ummælini um "Heimvitisferðina", sum er eitt gott dømi um eina bók, sum fór at selja betri í samband við negativa umrøðu og kjak. Aftan á okkara upplegg var kjak, sum Gunnar
Nolsøe stýrdi við sínum nærverandi og jaliga lyndi og eg haldi í grundini, at kjakið var
meiningsfult og at fleiri góð uppskot komu fram. Eg hugsi, at Gunnar
Nolsøe fer at taka evnið upp í næstu sendingini av In Mente.
Í Sirkus var
fernisering av nýggja verkinum hjá Brandi Patursson, sum sæst í trappunum á veg
uppá ovastu hædd. Ein sera original og søgurík prýðing, sum sigur so mikið sum,
at Brandur Patursson hevur sína heilt egnu listarødd, sum hann vónandi fer at brúka í størri mun. Veggurin er málaður
svartur við gyltum mynstrum og figurum og uppi undir loftinum hongur ein dramatisk standmynd, sum
sær annahvørt pínd ella ekstatisk út og assosiatiónirnar kunnu fevna víða,
eg kom í hvussu so er í tankar um alt møguligt frá nýggja Star Trek filminum Into
Darkness til diskodilluna hjá Daft Punk og tað er ikki so galið, tá tað bara var á ves mann skuldi.
(KP)