Thursday, June 6, 2013

Prýðiligar prýðingar


Í kjakinum um prýðingar av almennum bygningum hava onkrar røddir verið frammi um, at vit fyrst og fremst eiga at hugsa um brúkaran og um teirra ávísa listarliga tokka. Hetta verður t.d. gjørt í Vallalíð, har tey uppá allar mátar taka støði í teimum einstøku íbúgvunum og at fjálga so væl um tey sum til ber. Tí hava tey hongt ymiskar svarthvítar fotomyndir upp við myndevnum úr gomlum døgum, sum eru relevant fyri eldri fólk. Trupulleikin við hesum er sjálvandi tað, at hesar myndirnar ikki fara at hóska, tá næsta ættarlið flytir inn og tá kann tað gerast  heldur trupult og kostnaðarmikið at skifta út javnt og samt. Góðskulist  hevur ein avgjørdan fyrimun. Tað síggja vit, um vit til dømis hugsa um Tórshavnar Kommunuskúla, er tað ótrúligt at hugsa sær, at tann prýðingin er frá 1956. Eg seti nakrar myndir inn her av væl eydnaðum prýðingum.

Zacharias Heinesen skoðar verkið hjá Williami Heinesen. Janus Kamban gjørdi relieffið uttan á Kommunuskúlanum.

Ingálvur av Reyni - fína myndin hongur uppiá í samkomuhøll Kommunuskúlans

Væl eydnað prýðing hjá Hansinu Iversen í Leirvíkar Skúla

Tinghúsið randað av summarsligum trøum. Hansina Iversen hevur teknað mynstrið á umbygda telefonhúsinum, sum Heidi Poulsen arkitektur MAA stóð fyri


Prýðingin í Útvarpshúsinum riggar sera væl til tað ráa, brutalistiska úttrykkið í rúminum

Ein framúrskarandi mynd hjá Ingálvi av Reyni

Urtapottar og húsaskorð, sum órógva rúmið



(KP)