VÁRFRAMSÝNINGIN 2013
7. – 23. JUNI í LISTASKÁLANUM
Dennis Agerblad - Marianna Bjørgheim - Ludvík á Brekku - Ann-Mari Dam – Edward Fuglø - Annika Arge Gregoriussen - Anna Kathrina Højgaard – Jón Sonni Jensen - Ingi Joensen - Saga Kapna - Simen Engen Larsen - Astri Luhin - Rannvá Holm Mortensen - Marita Nattestad - Vígdis Petersen - Jóna Rasmussen - Eli Smith - Kári Svensson - Ole Wich
FRAMSÝNINGIN LETUR UPP FRÍGGJADAGIN TANN 7. JUNI KL. 19 – 22
FORMAÐURIN Í FØROYSK MYNDLISTAFÓLK OLE WICH LETUR FRAMSÝNINGINA UPP KL. 19:30
KL. 20 LUTTEKUR KÓRIÐ SÓLARMAGN
Várframsýningin í ár ber heitið Pall: - Vit sum hava samskipað framsýningina, vilja visa á teir møguleikar sum ein slík framsýning kann rúma; at Várframsýningin er ein pallur, sum potentielt kann brúkast til hvat sum helst. Í ár leggur Várframsýningin rúm til millum annað málningar, grafikk, foto, video, skulptur og installatión.
Vit hava mett innlatin listaverk, vit hava valt út og vit vilja peika á at Várframsýningin ikki er nøkur samlað eind, men peikar í fleiri rætningar. Hetta er eisini meiningin við Várframsýningini, tað halda vit í øllum førum. At Várframsýningin er ymisk frá ár til ár, og vónandi verður tað eisini soleiðis í framtíðini.
Samskipað hava: Ludvík á Brekku, Jóhan Martin Christiansen & Unn Joensen