Sunday, June 23, 2013

Henning Larsen er deyður

http://politiken.dk/kultur/kunst/ECE852941/opera-arkitekt-kunne-laere-meget-af-frank-gehry/

Danski arkitekturin, Henning Larsen doyði í gjár, 22. juni 87 ára gamal. Nógv kenna hann helst fyri ta nýggju donsku operuna, sum gjørdist eitt satt stríðsmál millum Henning Larsen og byggiharran, Mærsk Mckinney Møller. Henning Larsen varð útbúgvin á kunstakademinum í Kph. í 1952 og byrjaði sína byggilistaligu leið á teknistovuni hjá stóra arkitektinum Arne Jacobsen, har hann dvaldist eitt stutt tíðarskeið. Í 1959 stovnaði hann sína egnu teknistovu, Henning Larsen Architects, sum er háttvird teknistova, eisini á altjóða støði. Eitt nú er teknistovan kend fyri uttanríkisráðið í Riyadh og eisini stóð teknistovan fyri glæsiliga íslendska mentanarperluni Hørpu, sum føroyski arkitekturin og partaeigari í Henning Larsen Architects, Ósbjørn Jacobsen stóð fyri. Henning Larsen Architects áttu eisini vinnarauppskotið til arkitektakapping um miðbýin í Klaksvík, men tað er ivasamt um henda verkætlan nakrantíð verður gjøgnumført og tað er kanska gott, tí so hevði Klaksvík alt fyri eitt verið kilometrar framman fyri Havnina í progressivari nýhugsan við byggilistarligum skili. http://www.archdaily.com/241997/klaksvik-city-centre-henning-larsen-architects/

Henning Larsen arbeiddi við byggilistini í hálva øld og hansara árin og týdningur er stórur fyri danskan arkitektur. Eg hugsi um hann við stórum takksemi hvørja ferð eg gangi gjøgnum ljóshavið niðan trappurnar í framúrskarandi umbyggingini av Ny Carlsberg Glyptotek í Keypmannahavn. 








(KP)