Tuesday, January 1, 2013

De Folck, som criticerer skarpest, ere undertiden de største Dosmere



– Gamlaárskvøld er eitt afturvendandi hugtak, hugsaði eg við mær sjálvum í gjárkvøldi, meðan eg mett av góðum føroyskum kjøti hugdi at rakettunum og teirra fimtan sekundum av fame, sum formáddu sær so ógviliga lítið undir liðini av tí stóra mánanum, sum júst í gjárkvøldið tóktist meira ævigur og meira mystiskur enn vanligt í síni róligu mánalýsisvarping, púra sjálvvissur og tryggur í sínum egna vakurleika ( eitt sindur sum løgmaður í nýggjárssjónvarpingini, sum eg av einari ella aðrari løgnari orsøk hugdi at, eins og var talan um ein ordiliga gamlan stummfilm). Kanska var sjónvarpið ið so spakuliga frá. Men tá 90 ára føðingardagurin var á skíggjanum, flenti eg hart  saman við soninum eftir teimum ymisku ræddunum hjá Admiral Von Schneider, Mr Pommeroy, Mr Winterbottom og Sir Toby. Hetta at flenna hjartaliga saman við soninum at onkrum, sum eg havi flent eftir saman við pápa mínum, sum ikki longur er til, hevur sín egna ævinleika yvir sær og drottningin hevur nú ein lítlan ævinleika hildið nýggjársrøðuna á hvørjum ári. Eisini drottningin er farandi, og eisini sjálvt um hennara røðuskribentar í hesi røðuni nummar 41 hava tikið atlit til kritikkin, sum hevur verið av henni og hennara húsi, at tey eru ov gamaldags. Tað var helst orsøkin til, at facebook skuldi flættast uppí hini meinaleysu góðynskini til 2013. Røðan hjá Margretu drottning verður hvørt ár endurgivin og viðgjørd í bløðunum. Tað fati eg ikki, tað svarar til at analysera eina kransakøku og bilsin staðfesta, at hon umframt tað góða marsipanið, eisini inniheldur glasur, sum er strokin oman á køkuna. Men tvætl, eg skilji væl drottningina, 2013 ljóðar eisini fyri mær sum var tað ein framtíðarfilmur. Tveytúsundogtrettan, har eru seks stavilsi í mun til tey fimm í 2012, men hinvegin vóru sjey stavilsi í 2011 og numerologi hevur ongantíð givið mær svøvnleysar nætur, tað hevur mánin hinvegin, tí hann er so ævigur sum hann er og í 2013, altso í ár fyllir Norðurlandahúsið 30 ár. 

Tríati ár eru ikki tríati dagar, tað ber illa til at hugsa sær Havnina uttan Norðurlandahúsið, men eg minnist, tá húsið læt upp og eg minnist serliga tónleikamyndina Jesus og Makedonaran hjá Paula í Sandagerði og Sigmundi Poulsen, sum var ein fantastisk og marksetandi uppliving í mínum unga lívi. Eg var fimtan ár og hevði leiklutin sum Maria Magdalena, eg minnist, at Rólant Samuelsen smurdi mær og stríddist við at fáa meg at síggja eitt lítið sindur vaksna út og eg skal ongantíð gloyma, tá tann fína sjónleikarindan Rosa á Rógvu royndi at fáa okkum stiff-upperlip-kórsangarar at fata konseptið við drama. Vit skuldu úr skónum, minnist eg, og tað var ótrúliga flipput, hildu vit og síðan skuldu vit líkasum mala í klingur kring sangstovuna í Eysturskúlanum við armunum upp í loft fyri at merkja hvønn annan og rúmið haldi eg. Those were the days og eg gleði meg at feira tað ediliga Norðurlandahúsið, sum júst hevur fingið nýggjan stjóra. Eg gleði meg forrestin eisini til Nýggjárskonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri 5.januar og til Mentanarvirðisløn landsins, ið verður latin á føðingardegi William Heinesens. Tað er altíð so spennandi at vita hvør fær mentanarvirðislønina og heiðursgávur landsins. Persónliga gleði eg meg eisini til eina framsýning 22.februar við fotomyndum hjá pápa mínum og til Klaksvikaffærer 2 við verkum hjá Claus Carstensen á Norðurbryggjuni 5.mai. Numerologiskt kunnu vit staðfesta, at árið inniheldur nógv fimmtøl og sjálv fylli eg 45  (hálvhálvfems ára føðingardagurin) í framtíðarárinum 2013. Tað eru presiss trýss ár síðani, at danska læknafelagið ákærdi Olaf Halvorsen fyri at hava verið í tænastu hjá SS undir krígnum. Hetta og mangt annað áhugavert segði Hans Andrias Sølvará í útvarpinum nú um jólini, fínar sendingar, sum eg fari at lurta eftir minst eina ferð aftrat. Eg havi annars akkurát lisið, at ein kapittul í bókini hjá Peter Øvig Knudsen Hippie 2 snýr seg um Klaksvíksstríðið, so hon stendur ovast á dosmerlepanum. -Hvorfor skriver I i grunden færøsk i jeres blog? spurdi ein undrandi danskur listfrøðingur meg fólkaliga og í dag er yvirskriftin donsk. "Dosmerseddel" er danskt orð fyri minnislepa, ofta ein innkeypslista, eitt orð, sum alsamt færri skilja og brúka og í framtíðarárinum 2013 brúkar mann eina app, tá mann fer til handils og tað er spell, tí mær dámar so væl orðið dosmer. Sambært grein í Kristeligt Dagblad hevur orðið rót í norrøna orðinum dosma, sum merkti at hálvsova, dosmerlepin er altso minnisseðilin hjá tí illa svøvnta ella hálvbýtta, sum við hesum fær enn ein møguleika fyri at minnast hvat tað var sum keypast skuldi. ”De Folck, som criticerer skarpest, ere undertiden de største Dosmere” skrivar Holberg einastaðni, hann var klókur og vit kunnu lova honum og øllum okkara lesarum, føroyskum sum donskum, dølskum  sum gløggum, at vit fara at halda fram við at finnast at og at undra okkum. Ja, kæru lesarar, hetta er fyrsti dagur í spildurnýggja árinum og eg vóni 2013 verður okkum eitt nútíðarligt, heilsugott ár við nógvum góðum listarligum upplivingum. Gott nýggjár!

Myndina tók Urd Johannesen gamlaárskvøld av kyndlagonguni á Argjum



(KP)