Wednesday, January 30, 2013

Sár á Sál



Leygardagin 9. februar kunnu vit vænta okkum eina stóra leiklistarliga uppliving. Í øllum førum er leikurin ein sera stór lesiuppliving, og eg gleði meg til at uppliva vakra, sterka og skakandi leikin hjá Kristinu Sundar Hansen "Sár á Sál” á palli.

Tí sjálvt um ”Sár á Sál” er ein leikur, sum hevur so mikið stóra lyriska megi, at hann letur seg lesa sum poesi og eisini verður útgivin í bók, so er fundamentið dramaturgiskt og tað er leikskapið, sum onkursvegna skal midla ta størstu sorgina. At missa síni børn. 


Tað finnst eingin forloysing, ikki eingang í listini, fyri hesari pínuni, sum Kristina Sundar Hansen lýsir lýsandi klárt og ørkymlandi neyvt. Tí tað eru ikki einans vanligar almennar hugsanir um sorgina, tað snýr seg um. Sorgin er hennara persónliga, hon hevur mist síni børn, hennara kroppur gjøgnumlivir pínuna og hennara leikur gevur ikki bara innlit í sorgina, men eisini ein serstakan møguleika fyri útsýni. Ein møguleika fyri at hyggja innanifrá sorgini og út at heiminum heldur enn at líta at sorgini uttanifrá við tí, sum mann nú sjálvur man innihalda av ímyndum og fordómum, nertanarangist og óvissu.
 
Tað er ein listarlig forloysing, altso ikki ein forloysing av sorgini, men av sjálvari listini. Hetta evnið til at skapa nakað millum innlitið og útsýnið, millum tað almenniskjaliga og tað persónliga, evnið til at involvera bæði kroppin og tankan og birta í hugsanir um felagsskapir, um hvat sorgin ger, um sorgarinnar lyndi, um menniskjaliga styrki og veikleika, og um kærleikans tilveru, sum ikki er hugsaðar áður. Altso verður heimurin viðvendur. Og fyrst og fremst er tað ein listarlig forloysing, at Kristina Sundar Hansen letur upp fyri ásannanini av, at vit ofta eru so veik og ússalig, at vit ikki makta at síggja tingini við øðrum eygum, at okkara høgtlovað forbannaði menniskjansleiki av og til er kavrotin, at vit ikki lata hvønn annan vera til, men at kærleikin er til.


Eg fari at geva leikinum mítt allarbesta forhondsviðmæli. Vit fara at skriva meira um leikin eftir premieruna 9. februar. Fyribils seta vit inn hetta áhugaverda tíðindaskrivið.




(IS)

Tíðindaskriv: Sár á Sál


Rithøvundur og leikstjóri.... Kristina S. Hansen
Leikarar ............................. Annika Johannessen
                                            Sofía Nolsøe
Pallmynd ........................... Hansina Iversen


Leikurin er sprottin úr syrgiligi hendingini, tá ið synir Kristinu Niklas og Teitur og vinmaður teirra Martin lótu lív.



Kristina er útbúgvin sjónleikari og síðan vanlukkuna hevur hon nomið sær útbúgving á masterstigi innan teatur- og dramapedagogikk, við serligari áherðslu á sjónleik.

 Sum sjónleikari skalt tú tulka kenslur, í gleði og í sorg. Í sínari sorgarprosess hevur Kristina kanska verið serliga viðkvom um, hvussu umhvørvið hevur samskift við hana eftir hendingina, og hevur hon merkt ein ávísan ótta fyri at samskifta beinleiðis við hana, eins og hon hevur eina kenslu av, at samskifti gongur fyri seg uttan um hana og ikki við hana.Hetta er uttan iva nakað, sum øll, ið eru fyri ógvusligum hendingum eisini kenna, uttan kanska at duga at seta orð og kenslur á tað. Júst við síni útbúgving hevur Kristina møguleika at miðla júst hendan trupulleikan, við at geva kenslunum orð og form.

Sum leikstjóri og høvundur er tað hon, ið talar og veit, hvat univers ferðast verður í. Leikurin er bygdur upp av brotmyndum við yrkingakendum hugleiðingum, sum kensluliga skera inn á bein.Við øðrum orðum, er leikurin, uttan at verða sentimentalur, sum eitt litband av øllum menniskjansligum kenslum, og lýsir klárt og beinraki eina støðu, sum flest øll, ið hava mist kenna seg aftur í, eins og tey, ið kenna seg hjálparleysan í slíkum støðum, kunnu finna amboð at samskifta við.Leikurin leggur upp til kjak og kann tí eisini verða eitt gott íkast til øll, ið starvast innan heilsu- og umsorganarøkið.

Leikarar verða Annika Johannessen og Sofía Nolsøe, báðar útbúgvnar leikkonur, Annika við drúgvum royndum og Sofía nýútbúgvin, sum longu ger seg galdandi á Kgl. leikhúsinum í Keypmannahavn. Tær tríggjar, ið búgva í Keypannahavn, eru byrjaðar at venja har, og koma í næstum til Føroyar og venja her í 14 dagar og síðan byrja sýningarnar eftir ætlan í 9. februar 2013 á Tjóðpalli Føroya.

Hansina Iversen, myndlistakvinna ger pallmyndina. Janek Szatkowski, dramaturgur og lektari á Dramaturgiinstituttinum við lærda háskúlan í Aarhus, lærari hjá Kristinu hevur vegleitt dramaturgiskt. Í tí sambandi hevur Inger Smærup týtt leikritið til danskt. Árni Baldvinson, Mikkjal Arge Galan og Jón Mc Birnie hava pallsmíð, ljós og ljóð undir hond.

Sár á Sál er ein beinrakin, poetisk og kensluborin lýsing av einari ólukkuligari støðu, sum vit ongantíð hugsa fer at raka nakran, men, sum tá ið tað hendir, vísir, hvussu sárbar vit øll eru.

Sár á Sál lýsir eisini, hvussu týdningarmikið tað er, at vit samskifta rætt, eisini, tá ið vit eru hjálpsom og vísa samkenslu.

Sár á sál er ein søga um miss, ið ikki bøtist aftur.

Sár á sál lýsir vónir, kontra veruleikan, í eini sorgarstøðu.

Sár á Sál setir orð á okkara egnu ómegd.

Sár á sál kann vónandi loysa upp tað tabu, ið er ein svár avleiðing í øllum samskifti eftir ógvusligar hendingar.