Thursday, January 3, 2013

Mentanarpolitiska strategiin: Brosa og nikka


”Vit byggja ikki land við at grenja”, segði Gunnvá við Keldu frá sjálvum fólkaflokkinum við portalin gamlaársdag, og tað er væl møguligt, men vit byggja heldur ikki land við at brosa og nikka. Bæði fyrsta og fjórða statsmaktin gera tað. Gerast tóm í eygunum, brosa og nikka, tá talan er um mentan. Tí mentan, tað vita vit er nakað gott, sum vit eru greiðir tilhangarar av. Tað kann væl vera, at vit ikki duga at síggja meiningina við henni, ella at vit í grundini ikki fata hví mentanin er so góð. Tað kann eisini væl vera, at vit gloyma at seta pengar av til mentanina og at vit ikki gera okkum serligan ómak við henni, men brosa og nikka, tað gera vit sum galt tað um lív, tað gera vit øll frá løgmonnum til sjónvarpsvertir.

Brosið klæðir øllum og tað kundi pynta uppá nøkur av teimum, sum ikki eru partur av nakrari statsmakt, mentanarelituni til dømis, at brosa eitt sindur inn í millum. Men sjálvt um tað er klæðiligt er tað eisini merkiligt. Hví skal heilin ósvitandi koblast úr, tá talan er um mentan. Tað er næstan sum orðið er gandað.
Men einki vendir rættan veg, tá tað bara verður brosað og nikkað, tí listin (millum annað) snýr seg um kritiska hugsan og tí alt hetta brosaríið og nikkaríið í grundini bara avmergja mentanina. Tað er við til at avmergja mentanina, tí tað forðar fyri, at vit spyrja opnar spurningar um hvat vit skulu brúka mentanina til ella hvat vit vilja við mentanini. Hví hava vit søvn? Hví stuðla vit tónleikinum? Hví arbeiða vit uppá at etablera eitt grundarstøði undir filmslist? Gera okkara mentanarstovnar tað, sum teir skula? Verða teir pengarnir, sum eru eftir, brúktir sum teir skula. Eru tær verkætlaninar, sum verða fíggjaðar, gjøgnumhugsaðar og haldgóðar? Í staðin fyri at spyrja, verður brosað og nikkað – øll eru fyri mentanini, men eingin spyr spurningarnar, sum skulu til fyri at styrkja hana.


Tað byrjar at líkjast eini politiskari strategi við øllum nikkarínum og brosarínum. Tí so leingi mann kann teppa atfinnandi spurningar við smílum, ber eisini til at varðveita vantandi gjøgnumskygni og ein mystikk, sum ger eina støðuga niðurraðfesting av mentanarøkinum møguliga. Í mong ár hevur verið tos um hvørt starvslønir frá Mentanargrunni Landsins skulu inntøkuregulerast, soleiðis, at pengarnir ikki verða nýttir sum lønartillegg, politikarar vita av, at tað ber til at fáa starvsløn við síðuna av aðrari løn, men gera einki við tað. Politikarar brosa og nikka, tí, hvat hevði hent, um listastuðulin varð inntøkureguleraður? Jú, meira peningur hevði verið latin mentanarøkinum og fatanin hjá almenninginum av listastuðlinum hevði blivið betri. Púff, latið okkum endiliga ikki fata nakað og latið ikki veljararnar fata nakað. Á sama hátt er tað við museumslógini. Latið okkum endiliga ikki fáa eina savnslóg, latið okkum brosa og nikka og møguliga leggja aftrat at listin ríkar okkum og latið so endiliga ikki fólk fáa eina kenslu av hvønn samfelagsleiklut søvnini hava. Latið okkum elska teatrið, latið okkum klappa við okkara smáu hondum og latið okkum mølma okkurt um, at leiklistin er nakað óskiljandi nakað, sum er hugsað til ein lítlan bólk í høvuðstaðnum. Latið okkum fagna tónleikinum við táravátum eygum, so at tað verður lagt eitt slør oman yvir sparingarnar. Latið okkum varðveita tankan um, at listafólk eru nassarareyvar um aldur og allar ævur og latið okkum fagna høgum og lágum, genialitetinum og skramblinum og latið okkum tryggja, at eingin sær mun á teimum. Brosa og nikka.
(IS)