Wednesday, January 23, 2013

Listasavnarin Eiler Fagraklett

Tað er í grundini eitt serstakt føroyskt fyribrigdi at eiga og keypa upprunalist í so stóran mun, sum tað verður millum tey, sum vit kalla fyri "heilt vanlig fólk". Frá ungum árum keypa fólk verk, teimum dámar og hava tey hangandi í heimum teirra. Í nógvum heimum hjá føroyingum bæði kring oyggjarnar og uttanlands hanga og standa framúrskarandi listaverk, og vit hava biðið nakrar listasavnarar um at greiða okkum frá teirra savni. Onkrir av hesum listasavnarum, sum koma úr m.a. Klaksvík, Vestmanna og Havn hava savnað list í mong ár, meðan onkur annar bara hevur keypt eitt einstakt ella nøkur fá verk, men passiónin er júst hin sama.
Dagsins listasavnari: Eiler Fagraklett. Signabøur

Eiler Fagraklett hevur hóast lutfalsliga ungan aldur savnað saman eitt áhugavert savn av verkum hjá føroyskum og útlendskum listafólkum. Eiler, sum hevur lisið, og dagliga arbeiðir við marknaðarføring, samskifti og lýsingum, hevur serligan tokka til ironiska og skemtiliga popplist, sum ofta er homoerotisk og kommersiell av lyndi. Her eru nøkur av verkunum hjá Eileri.

Listaveggurin í stovuni er skrýddur við verkum eftir Mariannu Mørkøre, Símun, John av Reyni, Alfredo Roagui, Silju Strøm, Hanni Bjartalíð, Mr. Brainwash, Jason Freemy, E. Bowen og Hrafnkell Sigurdsson. Eisini er ein oljumálingur eftir einum ókendum gøtumálar í París, ein mótmælisplakat frá skrúðgongu í London, sum hann sjálvur tók lut í og eitt japanskt serprent av klassiska franska filminum Amilé.

Serprent (27/100) av verki eftir Mr. Brainwash, sum er protegé hjá heimskenda Banksy. Mr. Brainwash fekk sítt listarliga gjøgnumbrot í dokumentarfilminum Exit Through the Gift Shop. Serprentið er eisini undirskrivað av listamanninum.

”Mær dámar í løtuni væl listina hjá Alfredo Roagui og Rodolfo Loaiza, sum báðir eru partur av nýggjum ráki úr Suðuramerika, har tey “taka piss uppá” norðuramerikanska poppmentan. Hesir báðir brúka kendar teknifilmar úr Hollywood og listaliga venda tað, ið fiktivu figurarnir standa fyri, á høvið. Slíkt ironiskt skemt, sum samstundis er ein sterk viðmerking um nútíðar samfelagið, passer væl til mítt listarliga lyndi



Vakra og sorgblíða verkið hjá Heiðrik á Heygum vakni eg upp til hvønn morgun.”

”Jason Freemy er enn ein av mongu ungu útlendsku listafólkunum, sum eg fylgi væl við. Hansara anatomiskt røttu dukkur, leikur og fiktivir figurar hugtaka meg og kunnu altíð geva mær eitt hóskandi skeivt smíl. Tað er eydnast at ogna mær hanasara útgávu av My Little Pony.”

”Ein og hvør skapandi sál elskar, ella í minsta lagi dugir at virðismeta, Star Wars. Tað geri eg sjálvandi eisini. Í 1999 var eg við til Ung i Norden í Finnlandi saman við m.a. listamanninum Sámal Blak. Tá teknaði hann hesa myndina av unga Anakin, sum samstundis hevði frumframsýning í filminum Star Wars - The Phantom Menace um hetta mundi. Hóast Sámal tá var sera ungur, vísti hann longu stór skapandi evni. Hann er í dag eitt fantastiskt listafólk, og tí eri eg sera glaður fyri hesa fittu tekningina.”

”Tá eg var og fjakkaði í 2001, fekk eg hetta portrettið málað av mær í Thailandi. Tað ímyndar meg sum eitt slag av álvi, í einum tropiskum gandaskógi. Popp-surrealistiskt, kitsch og humoristiskt.”


”Eg elski alt, ið hevur við poppmentan at gera, og sjálvandi elski eg eisini popplist. Jeff Koons er kongurin innan hesa listagreinina, og tí prýðir hann mær gestavesið. Góði gamli Hulk er eisini góður íblástur, tá ið á stendur á vesinum. Plakatin er frá eini listaframsýning av Hulk Elvis hjá Koons samlingini í Kina. Einans 50 eintøk av plakatini vóru framleiddar. Fyri ein lítlan bóndagarð, havi eg megnað at ogna mær eitt eintak umvegis eBay.”

”Hesa uppruna tekning keypi eg í einum antikkhandili í London. Hon er teknað av listamanninum og kenda kortteknarunum E. Bowen í 1752. Umframt at vera vøkur og søguliga áhugaverd, so ávarar kortið eisini um ein serstakligan vandamiklan meldurstreym kring Munkasteinin sunnanfyri Føroyar.” 


Steinprent (14/24) eftir Hannis Bjartalíð. Ein politisk viðmerking um §266b málið, sum sjálvandi liggur mær nær at hjartanum.”

Sjálvportrett eftir Ludvig Breckmann, sum er ungur, lovandi føroyskur listamaður.


Mynd hjá John av Reyni. Eisini ungur og lovandi føroyskur listamaður.


“Myndarøð eftir myndamannin Bertrand Jacuot. Myndirnar eru ein listarlig lýsing av hvussu multi-listamaðurin og mótaskaparin Karl Lagerfeld, ein av mínum størstu hetjum, hevur ávirkað folk í øllum aldrum og kynum. Myndirnar eru keyptar í listaskála í Cannes.” 


Símun er menningartarnaður, men samstundis er hann serstakliga evnaríkur listamaður! Hann hevur í mong ár verið sera virkin, og eg havi ognað mær nøkur av hansara áhugaverdu verkum ígjøgnum árini. Eg elski at hvørva inn í hansara heim, har allar gerandis detaljur eru týðandi og kunnu siga eina søgu. So deiliga naivt, óskyldugt og alíkvæl sera sigandi



Uttan iva dýrasta listaverkið í míni enn ungu samling. Málingurin eftir Beintu av Reyni, sum eg ognaði mær á listauppusølu hjá LGBT Føroyar farna summar.








(KP)