Talan verður um eina heilt serstaka framførslu, tá tungmálmsbólkurin Hamferð komandi fríggjakvøld, tann 18. januar kl 20.30, fer at framføra sín hugvekjandi og sorgarbundna tónleik í dómkirkjuni í Tórshavn, Havnar Kirkja. Á konsertini fer Mattias Kapnas at spæla uppá kirkjuorglið, og Tórshavnar Manskór fer at vera ein partur av konsertini saman við Hamferð.
Konsertin í Havnar Kirkju verður einasta konsertin hjá Hamferð í Føroyum í vetur og er samstundis fyrstu ferð, at Hamferð trínur á pall í Føroyum, síðan bólkurin megnaði at vinna altjóða tónleikakappingina Wacken Metal Battle 2012. Dyrnar lata upp kl 20.00, og konsertin byrjar kl 20.30. Av tí at konsertin er í Havnar Kirkju verður ikki loyvt áhoyrarum at vera sjónliga ávirkaðir. Tiltakið er ókeypis, og atgongumerki kunnu fáast hjá Tutl í miðbýnum í Havn. Tiltakið er avmarkað til 250 atgongumerki, og av tí grund ber bert til at heinta atgongumerki til sín sjálvs. Um man skal heinta fleiri atgongumerki, ber til at seta seg í samband við Tutl á 314504 og gera avtalu um tað.
Tutl hevur opið soleiðis:
Mánadag - hósdag: 12-00 - 17.30
Fríggjadag: 12.00 - 18.00