Svarthvíta myndin tikin
av Vaglinum oman eftir Áarvegnum er merkisverd
á so mangan hátt. Hetta
man vera ein av fyrstu myndunum, sum tiknar
eru av hesum strekkinum,
eftir at Havnará varð løgd undir heilt. Myndin er
kám og ótýðilig. Her
koyra bilar oman og niðan, her ganga skipsmanningar
og traðka sínar
røntgenmyndir niður í støvið, og her ganga mammur
og trilla sínar
barnavognar inn í eina bleytkókaða framtíð. Kanska gongur
ein hundur og goyr longri
niðri. Men á myndini er einki livandi at síggja.
Helst hevur myndatakarin
staðið har í rúma tíð og tikið sær løgir, til einki
var, sum órógvaði
myndina. Skuggarnir, sum toyggja seg tvørtur um
vegin, benda á, at myndin
er tikin seinnapart á degi.
Tó hómast ovast
í myndini tað vil siga í
niðara vinstra horni ein maður.
Sum ein útbrendur svávulpinnur stendur hann
boygdur yvir eitthvørt.
Kanska hevur hann borið
eyga við eitt oyra á gongubreytini,
ella bindur hann
lissurnar.
Vit vita ikki, hvør hesin
maðurin er, ella hvagar hann er farin, aftaná at
myndin er tikin. Kanska
hevur onkur pikkað upp á rútin hinumegin
vegin og veittrað hann
inn, kanska hevur hann leitað sær niðan
Amtmansbrekkuna, ella
hann hevur steðgað einum bili, sum hevur koyrt
hann niðan í atelierið hjá
sær, har hann hevur tikið málningin, sum hann
kallar Í Mattalág og sum
hann byrjaði uppá fyri nøkrum døgum síðani,
og sett hann á staffeliið.
Har eru gulir teigar og
gulir vegir, eisini húsini eru gul, alt er gult. Einans sóljurnar
lýsa reyðar upp úr
onkrari veit. Ovast liggur Nólsoyggin og tykist at sætta
seg við sínar serligu
litir. Hann fer trý fet eftir hæli og hellir vanga.
Kanska manglar okkurt.
Uttanfyri goyr ein
hundur.
Hann fer yvir og letur
vindeyga aftur. Í karminum liggja nakrar bøkur. Vincent van
Gogh í Arles stendur á
einari. Har hevur hann staðið í sínum kliva og sæð
sólina í einum logandi
eldhavi fylla vegirnar og túnini við deyðum einglum.
Har hevur hann nágreiniliga
málað sínar bláu æðrar og violettu røtur
tvørtur um ein gula verð.
Har hava uppøstir grannar gingið og neglt upp
fyri vindeyguni hjá honum
og stungið eyguni út á sær við ótroyttiligum fordómum.
Hann setur krampan á og
fer yvir aftur til málningin. So tekur hann gula
pensilin og strýkur enn
einaferð eftir váta løritinum, áðrenn hann skrivar
navn sítt í niðara høgra
horn. Kanska.
Vit vita tað ikki.
Mynd: Tóroddur Poulsen
Yrking: Alexandur Kristiansen
http://listinblog.blogspot.dk/2013/01/hansina-iversen-appilsingult.html
http://listinblog.blogspot.dk/2013/01/hansina-iversen-appilsingult.html