Thursday, January 17, 2013

Listasavnarin Jóin Sigurðsson

Tað er í grundini eitt serstakt føroyskt fyribrigdi at eiga og keypa upprunalist í so stóran mun, sum tað verður millum tey, sum vit kalla fyri "heilt vanlig fólk". Frá ungum árum keypa fólk verk, teimum dámar og hava tey hangandi í heimum teirra. Í nógvum heimum hjá føroyingum bæði kring oyggjarnar og uttanlands hanga og standa framúrskarandi listaverk, og vit hava biðið nakrar listasavnarar úr m.a. Klaksvík, Kollafirði, Vestmanna og Havn um at greiða okkum frá teirra savni. Onkrir av hesum hava savnað list í mong ár, meðan onkur annar bara hevur keypt eitt einstakt ella nøkur fá verk, men passiónin er júst hin sama.

Dagsins listasavnari: Jóin Sigurðsson, Svínáir

Tá eg fekk hetta spjaldrið á meg fyrstu ferð, gjørdist eg skakkur. Havi ikki sæð meg sum listasavnara, men rætt er, at eg gjøgnum árini havi ognað mær fleiri málningar, enn onnur meðalhampafólk. Havi hildið, at ein listasavnari er ein, ið savnar serligar málningar hjá kendum listafólkum, sum hava tað rætta navnið – og at peningavirðið fyri hesar økist við árunum. Aðrir savnarar eru eisini, sum savna serlig motiv og serstaklig tíðarskeið.
Eg var barnføddur í einum heimi, har nøkur fá listaverk hingu á bróstinum. Møguliga er áhugin kveiktur hagani. Bøkur og málningar vóru ikki í hvørjum húsi tá. Annað var at brúka peningin til! Tá so fotografiini byrjaðu at koma, vóru tey uttan litir og tá tey koma í litum, var tað jú ein revolutión. Jú mangt er broytt í mínari tíð til ta digitalu telduverðina! Eg byrjaði í smáum at keypa málningar á framsýningum. Havi verið glaður fyri listaverkini. Ein broytist við tíðini. Nakrar málningar kundi eg í dag ynskt mær at avhenda, men tað er sera trupult, tí hetta er mín inngongd til listaverðina. Tað, sum eg havi havt áhuga í, eru tey føroysku listaverkini, og havi nøkur av okkara ymisku listafólkum, sum mær hevur dámt. Ikki lagt meg eftir nøkrum ávísum, men havi eina breiða viftu av okkara listafólkum - núlivandi og teimum farnu. Tað er eingin loyna, at eg eri serliga áhugaður í myndevnum úr føroysku náttúrini, og tað eru tey flestu listaverkini hjá mær, men ivaleyst havi eg eisini flutt meg, tí eg havi eisini áhuga fyri nøkrum av tí nýggja, sum nú er á veg. Eg havi eisini keypt nakrar málningar á uppboðssølu. Ikki tí, at eg eri so fegin um tað, men tíðin hevur gjørt tað møguligt, tí umstøðurnar, tá selt var fyrstu ferð, ikki vóru til vildar tá. Eitt vet av listarligum umhvørvi var har á Stongunum í Klaksvík. Frithjof Joensen og fleiri aðrir á Bedingini vóru góðir teknarar. Hans J. Glerfoss og Amariel Norðoy kendi eg jú eisini. Vit komu jú úr sama umhvørvi av Stangabrúnni og Jóanjakkusa brúgv; Útróðrarbørn. Her kom eisini list burturúr, og hví ikki? sjálvt um ikki bleiv nógv tosað um list. Undansøgan til míni listakeyp av Hans Hansen, Hans í Mikladali er hendan. Eg kendi Hans nakað, tá eg var ungur drongur, og seinni í Havn. Hann kom onkuntíð í barndómsheimið, har nógv úr Kalsoynni vitjaðu inn á gólvið av og á, serliga meðan omma var á lívi.

Einaferð hevði pápi mín biðið Hans um at tapisera og mála inni í norðaru stovuni hjá okkum. Fínastova, sum bara varð opin og upphitað serligar høgtíðsdagar. Pápi var útróðrarmaður og ikki "handyman", men helt ivaleyst, at tá Hans nú hevði verið niðri og lært at mála, so mátti hann ivaleyst klára stovuna! Sum eykaarbeiði fekk Hans, at hann skuldi ára eitt møbilstykki, sum var sera slitið. Hann segði sum var, at tað hevði hann ikki roynt áður. Gamli var ikki heilt nøgdur; helt tað var penari fyrr! Eg haldi ikki, at hetta verður gjørt longur. Fleiri rennandi litir - reytt, og fleiri brúnir litir. Eg gekk uppií og forvitnaðist, og tað loyvdi Hans mær. Vit tosaða okkurt um at mála myndir - men eg minnist onki um tapisering. Helst havi eg hildið í. Eg var ov smæðin, at bíleggja eina mynd frá Hans tá. Hugurin kveiktist meira seinni, men tíðin gjørdist ongatíð tann rætta, og tískil fór Hans hiðanni frá, uttan at eg hevði ognast nakað listaverk av honum. Aftaná havi eg so keypt tey, eg havi, og síggi hansara skeiva smíl. Ivaleyst eru vit báðir nøgdir!

Tað nyttar onki, um tú fyllur húsini við listaverkum, um bara tú sjálvur dámar tey. Har havi eg verið so heppin, at hini í húsinum eisini hava dámt verkini. Onkuntíð hevur konan rist við høvdinum, men aftaná sær hon okkurt. Tað eri eg sera fegin um! Um eg við at keypa listaverkini havi stuðlað listafólkunum at koma longur fram á leið listarliga, eri eg takksamur. Tað hava tey sanniliga uppiborið, samstundis sum eg fái gleðina, við at hava listaverkini hangandi. Bara at hava tey liggjandi burturgoymd er ongum til gleði.

Fólk spyrja av og á: Hvar hevur tú fingið hendan? Ikki er vanligt, at fáa málningar! Hví spurt verður so, veit eg ikki, men onkuntíð svari eg: á bensinstøðini í Kollfjarðadali! Tey hyggja undrandi uppá meg, so eg komi við nærri frágreiðing. Einaferð fyri mongum árum síðan, vóru vit á veg norðeftur í vikuskiftifrí. Vit búðu tá í Havn og fóru vit fyrst inn í Listaskálan, har framsýning var við okkara nú sera kenda listamanni og myndirnar vóru farnar ov langt upp í prís til bara at keypa soleiðis. Úafturkomin byrjaði eg, at iðra meg eitt sindur. Átti onki listaverk av hesum listamanni. Spurdi konuna, um hon mintist handan málningin, sum hekk har og har og sá so út. Jú, hon mintist, og henni dámdi málningin. Komin niðaná á Oyggjavegnum, sigi eg við hana. Vit fara inn á støðina og ringja suður í Listaskálan. Hevur málningurin ikki fingið reyðan prik, so biða vit um hann! Okey! segði hon; eg helt meg síggja, at hon tonkti: Fólk keyptu fleiri, meðan vit vóru inni á gólvinum, so hasin er ivaleyst seldur! Men so var ikki og tí keyptu vit málningin inni á bensinstøðuni í Kollfaradali.


Ein virkuliga fín gipsmodel hjá Janusi Kamban

Ein av føgru portrettmyndunum hjá Torbirni Olsen

Eitt vakurt blátt landslag hjá Arnold Vegghamar

Amariel Norðoy hevur málað nógvar góðar portrettmyndir og Jóin eigur eina av teimum


Blá vøkur Tróndur Patursson glaslist


Ein nokkso nýggj mynd hjá Arnold Vegghamar

Frálík naivisma, Frimod Joensen


Grafiskar húsasøgur hjá Elinborg Lutzen




Her eru fleiri góðar, m.a. ein stór hjá Zachariasi Heinesen


Dupultportrett hjá Hans J.Glerfoss



(KP)