Týskvøldið 15.
januar, á føðingardegi William Heinesen, verður Mentanarvirðisløn
Landsins handað. Umframt Mentanarvirðislønina, verður eisini
Heiðursgáva Landsins latin, og eisini verður eitt ungt listafólk heiðrað
við virðisløn. Harumframt verða sømdargávur eisini latnar nøkrum
listafólkum.
Mentanarvirðisløn Landsins
Mentanarvirðisløn
Landsins verður latin fyri at heiðra eitt føroyskt mentafólk sum tøkk
fyri útint listarligt avrik. Fyri at fáa Mentanarvirðislønina, skal
listafólki hava skapað list á høgum støði.
Mentanarvirðisløn Landsins er 150.000 krónur.
Heiðursgáva Landsins
Heiðursgáva
Landsins verður latin mentafólki fyri at hava virkað til frama fyri
mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og
mentanararv.
Heiðursgáva Landsins er 75.000 krónur.
Virðisløn til ungt listafólk
Í ár er eisini
avgjørt at lata eina virðisløn til eitt ungt listafólk.
Landsstýrismaðurin kann gera av, eisini at lata aðrar virðislønir, og
eftir tilmæli frá tilmælisnevndini, er í ár gjørt av at heiðra eitt ungt
listafólk, við eini virðisløn, sum er 50.000 krónur.
Sømdargávur Landsins
Í ár verða
sømdargávur eisini latnar listafólkum, ið hava útint listarligt avrik.
Sømdargáva Landsins er ein lívslong heiðursgáva á 20.000 krónur um árið.
Virðislønirnar handaðar í Spaniastovu
Hvør, ið fær
heiðurslønirnar, verður avdúkað, tá landsstýrismaðurin í Mentamálum,
Bjørn Kalsø, á almennum tiltaki í Spaniastovu í Klaksvík fer at handa
heiðurslønirnar. “Mentanarliga umhvørvið kring gomlu handilshúsini í
Klaksvík, har Spaniastova heldur til, saman við Norðoya Fornminnissavni
og Leikalund, hevur ment seg seinastu árini, so eg haldi tað er hóskandi
at mentanarvirðislønirnar í ár verða handaðar í Spaniastovu”, sigur
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.
Á tiltakinum verða røður, upplestur og tónleikur.
Tiltakið verður í Spaniastovu, Klaksvíksvegur 86, týskvøldið 15. januar kl. 19.