Tað er við stoltleika, at vit ynskja tykkum øllum eitt Gott
Nýggjár
og at vera vælkomin til okkara 19. Nýggjárskonsert,
samstundis
sum Symfoniorkestrið er farið inn í sítt 30. leikár.
Eins og tað hevur verið fyri allar hinar
Nýggjárkonsertirnar, so
er tað góða samstarvið millum Norðurlandahúsið, Kringvarpið
og
Symfoniorkestrið, sum ger hetta møguligt.
30 ár kunnu tykjast long tíð, men samanborið við
Symfoniorkestur
úti í heimi, so er FSO helst millum yngstu Symfoniorkestur.
Hesi
30 árini hevur FSO áhaldandi havt eina javna framgongd og
hevur
víðkað virksemið til m.a. eisini at umfata Barna- og
Jólakonsertir.
Hetta virksemi gav Føroya Symfoniorkestri Barnaheiðurslønina
fyri 2011.
Okkara heiðursár 2013 verður onki undantak. Í april framføra
vit 12
konsertir við einum nýggjum verki, har Jákup Veyhe hevur
skrivað
eina søgu um Sigmund úr Skúvoy, og Atli Petersen hevur
tónsett
fyri Symfoniorkestur. Eins og til hinar Barnakonsertirnar
rokna
vit við, at umleið 5.000 børn úr øllum Føroyum koma til hesar
konsertirnar. Jákup Veyhe verður sjálvur frásøgumaður í
hesum
søguliga verkinum um Sigmund Brestisson.
Nýggjárskonsertina 2013 hava vit valt at fyriskipa eitt
sindur
øðrvísi. Vanliga hava vit sum solistar havt ein ella tveir
kendar
operasangarar. Í sambandi við at hetta er okkara 30.
virkisár, hava
vit valt at geva fleiri gávuríkum Føroyingum møguleikan at
vísa
sínar tónlistarligu dygdir. Hesi fara á Nýggjárskonsertini
at luttaka
sum solistar og bólkar.
Vælkomin til Nýggjárskonsertina 2013
Ólavur Jakobsen, gittarleikari, fer saman við
Symfoniorkestrinum
at spæla “Cavatina”, eitt stykki úr filminum “Deer Hunter”.
Eivør Pálsdóttir fer at framføra inniliga lagið hjá Elini
Brimheim
Heinesen, sum hon gjørdi til yrkingina hjá pápanum, Jens
Paula
Heinesen: “Eitt dýpi av dýrari tíð”.
Jóannes Andreasen spælir brot úr eini klaverkonsert eftir
Rachmaninoff.
Berghild Poulsen fer at syngja lagið Flýgur tú lógv hjá
Paula í
Sandagerði.
Ein kvartett við Urd Johannesen, Arinu Bischoff, Eyðbjørg
Hansen
og Eyð B. Jacobsen framførir vakra lagið Pie Jesu.
Kór og orkestur vilja her nýta høvi at takka øllum teimum,
ið eru
við til at gera tað gjørligt at hava eitt Symfoniorkestur
her á landi.
Gott Nýggjár!
Poul Jákup Thomsen, formaður