Svøvnleysar nætur
kunnu sýnast produktivar. Hugskotini standa í bíðirøð og har er endaleys tíð
til at hugsa hvussu ein listaframsýning kundi elvt til betri listakjak, hvussu
granskingin á universitetinum kundi blivið sjónligari, hvussu samstarv millum
stovnarnar kundi givið fleiri børnum betri atgongd til listina, hvussu
listastuðulin átti at verið betri skipaður, hvussu Havnin kundi blivið
bókmentaligur høvuðstaður í heiminum, hvussu mann kundi skipað fyri einum
nýggjum máli til føroysku listina, hvussu miðlarnir kundu sett á stovn felags
mentanarportalar í toppklassa og 70.000 onnur huskot. Alt óhugnaliga
detaljerað.
Lagið skiftir
fleiri ferðir aftur og fram eina nátt sum hesa frá inniligari indignatión til
ektaðan eldhuga, men tá morgunin kemur, kemur eisini veruleikin. Og veruleikin
er, at tað eru nógvar tílíkar nætur við enn fleiri hugskotum og at runt roknað
einki av teimum nakrantíð blíva til nakað. Náttin hevur als ikki verið
produktiv, hon hevur bara verið ein áminning um hvussu torført tað heila í
grundini er.
Eg havi ikki
svarið uppá hví tað er so tungt at broyta nakað í mentanarlívinum. Eins lítið
og eg veit hvagar 77.000 hugskot fara, tá tey doyggja, líka so lítið fati eg
hvussu tað kann vera torført. Men eg veit, at vit mugu góðtaka, at hetta er
torført og at vit onkursvegna mugu venda hesum til fyrimuns fyri mentanarlívið.
Vit fakfólk, listafólk, mentanarstovnsleiðarar, politikarar og øll, sum hava
ábyrgd av listini, mugu gera tað til ein fyrimun, at vit hava við nakað at
gera, sum er komplekst, sum rúmar óendaligar, óbrúktar møguleikar, vit mugu
venda tað til fyrimuns, at vit skulu gera okkum ómak og vit mugu venda til
fyrimuns, at tað bert kann blíva betri og at tað næstan er líka mikið hvar vit
byrja.
Vit kunnu byrja
við miðlanini til børn. Vit kunnu seta okkum tað mál, at okkara børn skulu hava
í minsta lagi 10 árligar listaupplivingar, sum eru serliga miðlaðar til tey á
hvørjum ári og at vit skulu hava heimsins bestu barnamentanarútbúgving. Vit
kunnu byrja uttanlands. Vit kunnu seta okkum tað mál, at føroysk list skal
gerast kend uttanlands og at vit skulu gera vart við okkum á teimum mest
umráðandai pallunum. Vit kunnu byrja við granskingini. Vit kunnu seta okkum tað
mál, at vit skulu hava samtíðarlistagransking í heimsklassa. Tað kann heilt
erligt gera mær tað sama hvar vit byrja, og eg havi ongar ambitiónir um, at 77
000 hugskot skulu gerast veruleiki, men latið okkum byrja eitt stað og latið
okkum gera tað uppá tann trupla mátan soleiðis, at vit gera okkum ómak og
samstarva og brúka teir stovnar, vit hava aktivt og lata upp fyri, at teir
kunnu brúka hvønn annan í størri mun, at vit skapa felags endamál og hugsa øll
hugskot inn í ein stóran samanhang. At vit ikki bert seta eina upphædd til síðis
til mentanina og býta tilvildarliga út av pengunum, men har vit í grundini hava
eina ætlan við tí mesta. Tað
hevði gjørt tað lættari í framtíðini.
(IS)