Franski forsetin Francois Hollande, sum áður hevur gjørt seg bemerktan á heldur óhepnan hátt við at tosa ljótt um tey ríku, hevur innført ein sonevndan superskatt. Tað er ikki ein skattur, sum rakar tey múgvandi, ella tey ríku, og heldur ikki tey superríku, men harafturímóti rakar skatturin tey ultraríku. Tey, sum forvinna meira enn eina millión evrir um árið verða áløgd ein toppskatt á 75 prosent. Tað gongur nokk, tað ger tað heilt vist, og ógvisligasta fylgjan hevur eftir øllum at døma verið, at sjónleikarin Gérard Depardieu hevur valt at frásiga sær franska ríkisborgararættin og flyta til Belgia um ikki hann tekur í móti tilboðnum frá Putin um russiskan ríkisborgararætt. Depardieu hevur gjøgnum karrieruna rindað yvir eina milliard í skatti og forargast nú um, at viðburður, kreativitetur, talent og fjølbroytni verða sanktionerað í Fraklandi.
Eg havi tíverri ikki vinfólk í hasum skaranum, men eg havi hoyrt, at
tann karismatiski Gérard ikki er eins væl dámdur sum hann hevur verið millum
fólk, myndin av hesum fólksliga bamsuta manninum, sum stendur á gøtuhorninum og
tosar við gøtusóparan hevur tað ikki for gott. Nåh men sjálvt um eg ikki havi
vinfólk í teimum Parisisku inniringunum, havi eg harafturímóti nógvar
facebookvinir, og í morgun las eg viðmerkingar frá einum á facebook, sum eisini
forargast um nakað, sum hevur við skatt at gera:
”Eisini hevur tjóðveldispropagandamaskinan roynt at forvirra sínar stakkals
veljarar, við IQ undir miðal, at trúgva at hetta hevur nakað við flatskatt at
gera.” Eg veit ikki rættiliga um hatta lága IQ´ið var vent til Hanus Kamban,
men tað ger tað ikki minni stuttligt, um so var, í øllum førum kom hesin
setningurin aftaná: – ”Hanus Kamban segði í nýggjárssjónvarpsending at nógv
hendir innanfyri mentan og vísti til ateistiskt verk frá Sólvará og so fýra
tápulig og meiningsleys yrkingasøvn, sum mann skal roykja hasj fyri at skilja”.
Men sjálvt um tað kanska er eitt sindur stuttligt, at Depardieu kennir tað eins og harðari skattur á ársinntøku yvir eina millión evrir drepur kreativitetin og at onkur annar javnlítil heldur seg duga at meta um intellektið hjá Hanus Kamban, so er tað jú í grundini býttari enn tað er stuttligt. Eins býttligt sum tað er av Hollande at mistonkja øll rík fyri at vera vánalig menniskju, er tað býttligt at ímynda sær, at vit varðveita kreativitetin, listina, meiningina í okkara samfelag við at taka møguleikan frá teimum sum forvinna mest at lata samfelagnum burturav.
Eg veit ikki hvussu stóran týdning skattaskipanir í grundini hava fyri list í ymiskum londum, eg sá um jólini ein dokumentar um Oluf Palme, har sagt var, at Astrid Lindgren mótmælti, tá hennara skattaprosent reyk upp á 102 %, hon hótti tó ikki við at flyta av landinum. Men í sendingini sum áðurnevndi facebookmaður hevði sæð í sjónvarpinum nýggjársaftan sat ein annar listamaður beint við síðuna av Hanusi Kamban, nevniliga Tróndur Patursson og hann tosaði, eins og Depardieu, um at flyta til eitt annað land. Ikki orsakað av nøkrum superskatti ella tí hann forvinnur yvir eina millión av evrum um árið, men tí vit ikki hava givið listini pláss, tí vit sanktionera kreativitet. Eg haldi, at vit skulu gleða okkum yvir, at vit hava klókari listafólk enn tey hava í Fraklandi, men eg haldi eisini, at vit mugu bera ótta fyri um vit kunnu varðveita tey her í landinum.