Framsýning
í Gallarí Stephanssonshús fríggjadagin 1. februar til sunnudagin 24. februar.
Opið er allar dagar kl.
16-18.
Á
einum lørifti myndast ein djúpt appilsingulur flati, eitt hvítt ovalkent skap,
eitt myrkaviolett amorf runt skap og eitt ljóst turkis ógreiniligt, skínandi
skap. Fýra myndalutir, hvørs viðurskifti við hvønn annan eru ógreinandi.
Mørkini av skapunum og tyngdin er ólýsandi, rúmið er óskilborið og ikki ber til
hjá eyganum at avgera, hvat er forgrund og hvat er bakgrund.
Myrkavioletta
skapið tykist ta einu løtuna at renna seg inn í dýpið á myndini fyri eina aðra
løtu at renna seg úteftir. Skapið er dynamiskt. Umhvarvið á turkislitta
skapinum er óklárt og óavmarkað, men tykist meira eins og ein spreinging ella bjart
spenningsfult ljós. Hvíti ovalurin er bæði tómrúm og fylla og hann er í
grundini ikki ein oval ella matematisk elipsa, eins og heldur einki annað í
myndini er stýrt av geometriskum reglum ella bundið av fysiskum lógum.
Appilsinguli flatin, sum randar hinar myndaliðirnar er bæði stabilur og
óstabilur, hann er bæði aktivur og passivur. Hann er sín egni, nakað
sjálvstøðugt, skilt frá, individuelt. Tí myndin er sítt egna óhefta univers,
sítt egna kompleksa mál, sín egna totala heild, sum ikki er bundin av nøkrum
øðrum enn skapi og litum.
Hansina
Iversen arbeiðir nonfigurativt og granskar tað abstrakta, tað ógreiniliga og
tað sum ber seg undan føstum skapi í síni list. Myndirnar eru eitt slag av
kanningum av eginleikunum hjá skøpum og møguleikunum hjá litum, men eisini
hvussu litir og skøp og teirra viðurskifti ávirka áskoðaran, bæði kropsliga og
andaliga. Tí tað snýr seg ikki bara um formligar eygleiðingar av tí, sum er
sjónligt. Myndin er um somu tíð fysisk og metafysisk. Listakvinnan arbeiðir við
at finna fram til litir, sum eru stýrdir av instinkti og grundkenslum og til
skøp ella frumskøp, sum merkjast í kroppinum og ávirka okkum likamliga. Men hon
arbeiðir eisini við undran, við yvirsansaligum kreftum og við spurningum um
heimsins veru og veruleikans substans og struktur og ikki minst um tilveruna
hjá myndini sjálvari.
Appilsinguli
liturin er strokin á løriftið í mongum tunnum løgum, turt lag oman á turt lag.
Hetta gevur litinum eina megi, ein reinleika og eina dýpd, og tað er eins og
hvørt tað einasta eitt av hesum appilsingulu løgunum rúma bæði tað fysiska og
tað metafysiska, bæði tað introverta, sum er sær sjálvum nóg mikið og tað
ekstroverta, sum vendir sær móti áskoðaranum og setur heiminum spurningar. Sum
um myndin um somu tíð er tað stýrda og tað tilvildarliga, tað tilvitaða og
ótilvitaða, tað dynamiska og tað statiska, tað rationella og tað irrationella,
vit og kensla, kroppur og ond.