Kom út úr Havnar Bio frá frumsýningini av “Jagten” hjá Thomas Vinterberg
í gjárkvøldið bæði hugtikin og ørkymlað. Vit vóru níggju tandur í salinum. Tí stóra salinum. Kanska
var hetta orsakað av, at filmurin byrjaði kl. 17.30, men til sýningina kl 20 vóru ikki meiri enn
eini 50 billettir seldar. - Er tað evnið, sum ræðir fólk burtur, hugsaði eg, ella
bara tað, at fólk enn ikki hava lagt merki til, at filmurin eisini gongur her í
Havn, og ikki bara er kjakevni í donsku TV-avísini.
Eitt kjak, sum nú er
íafturkomið, eisini her heima. Um pedagogar, serliga mannligar, og óttan fyri at
okkara børn verða misnýtt í barnagørðum, ta løtuna vit foreldur ikki hava
eyguni eftir teimum. Eitt misálit, sum ger at sjálvt abbar ikki nana børnum
longur, og gubbar ikki tora at klemma tey. Tað er spell. Hetta at vit vaksnu í ov stóran mun, seksualisera barndómin. Hesin filmur skapar í hvussu so er tað
neyðuga kjakið, sum skal til, eisini so vit tora at síggja og tala at, um galið
gongur. Tí tað ger tað jú eisini viðhvørt, men samstundis mugu vit ansa eftir at varðveita okkara fysiska tilknýti til børnini.
Filmurin er um Lukas, sum
arbeiðir í einum barnagarði. Hann er
fráskildur og ólukkuligur. Stríðist við ex-konuna um at sleppa at vera meiri
saman við soninum. Hann fer at fríggja við einari hann arbeiðir saman við, tað
er skjótt jól, so kanska tað gongur kortini. Tá kemur ákæran um barnamisnýtslu,
og alt fer um koll.
Leikstjórin, Thomas
Vinterberg, sigur, at hann fekk hugskotið til filmin frá einum granna, sum er
ein kendur barnapsykolog. Hesin kom til
hansara stutt eftir, at hann hevði gjørt virðislønta filmin “Festen” í 1998, og
segði, at hann hevði eitt hugskot til
komandi filmin hjá Vinterberg. At hetta var ein søga Vinterberg varð
noyddur at skriva og leikstjórna. Og nú 15 ár seinni, er “Jagten”,
"Jagstranin" – ein filmur, sum kanska fær líka stóra undirtøku sum
“Festen”. Høvuðsleikarin Mads Mikkelsen vann í fjør gyltu pálmarnar í Cannes
fyri leiklutin sum Lukas. Tað hevur hann uppiborið, tí hetta er stór og
sannførandi leiklist. Eisini 7 ára gamla Annika Wedderkop, sum spælir Klara, er
ótrúlig.
Filmurin er dramatiskur
uppá ein sera undirspældan máta, og hetta gevur honum eina eyka, óvæntaða
styrki. Higartil hevur "Jagstranin" fingið góð ummæli og vunnið fleiri
virðislønir.
Her er ein trailari, og
minnist nú til, at filmar skulu síggjast í biografinum J