Friday, January 18, 2013

Tíðindaskriv: Evnisdagur um mentan og list

Anne Bamford hevur fyrilestur og leggur fram kanning sum hon hevur gjørt í Føroyum í summar 2012.
 
Evnisdagur um mentan og list
Norðurlandahúsið 21. jan. 2013


Í sambandi við kanning, sum granskarin og professarin Anne Bamford hevur gjørt um mentan og list í fólka-, vinnu- og miðnámsskúlum, dagstovnum og frítíðartilboðum, skipa Mentamálaráðið og Norðurlandahúsið fyri evnisdegi, har Anne Bamford fer at leggja fram og greiða frá niðurstøðum í kanningini.

Byrjað verður kl 09.30, og er skráin fyri tiltakið:

Kl. 09.30 Setan

Mentanarlig framførsla
Vælkomin, Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum og
Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum

Kl. 09.55 Hví hava mentan og list so stóran týdning, Anne Bamford, professari

Kl. 10.35 Kaffisteðgur

Kl. 10.55 Mentanarlig framførsla

Kl. 11.00 Framløga, har Anne Bamford, professari greiðir frá kanningini

Kl. 12.00 Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, tekur samanum og greiðir frá, hvønn týdning kanningin hevur, og hvussu úrslitini kunnu verða brúkt.


Seinnaparturin er ætlaður leiðarum í fólka-, vinnu- og miðnámsskúlum, dagstovnum, frítíðartilboðum og listafólki. Tilmelding til henda partin er neyðug, og er tilmeldingarfreistin 17. jan. 2013.

Tey, sum ynskja at tekna seg, kunnu boða frá luttøku í teldubrævi til Gunnvore@mmr.fo.

Kl. 12. 15 Ábit

Kl 13.10 Mentanarlig framførsla

Kl 13.15 Hvussu kunnu skúlar og stovnar brúka tilmælini í kanningini. Hesin partur verður skipaður sum orðaskifti í bólkum og framløgu.

Kl. 14.00 Bólkarnir leggja fram (týtt verður til enskt eftir tørvi)

Kl. 14.30 Anne Bamford ger viðmerkingar til uppskotini hjá arbeiðsbólkunum

Kl. 15.00 Mentanarlig framførsla

Evnisdagurin er ókeypis, og er fyrraparturin almennur, har øll eru vælkomin.

Við vón um góða undirtøku
Mentamálaráðið og Norðurlandahúsið