Friday, January 4, 2013

Nýggjar tíðir


Í gjár royndu vit á Listablogginum nýggjan tátt, sum vit ætla at tríva í av og á til tess at veita okkara lesarum/áhoyrarum/áskoðarum eina enn fjølbroyttari listaviðgerð. Hetta vóru tveir smáir filmsstubbar, sum báðir snúðu seg um yrkingarssavnið hjá Katrini Ottarsdóttir "Eru koparrør í himmiríki". Eri bangin fyri, at tann fyrri ikki hoyrdist serliga væl, men eg haldi, at hetta skuldi verið í ordan nú. 

2013 er júst byrjað, eitt spildurnýtt ár, men longu í annaðkvøld kemur tann fyrsta stóra listaupplivingin, sum er fyri okkum øll. Tað er Nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestur, sum verður varpað beinleiðis út um alt landið. Annars sær 2013 longu nú út til at gerast eitt spennandi listaár. Longu nú eru útlendskir ummælarar í felags fagnaði heilt uppi at koyra um Hushpuppy, sum er debutfilmurin hjá Behn Zeitlin. Vónandi verður hann at síggja í Føroyum eisini. Bo Green Jensen í Weekendavisen kallar filmin fyri eina sanna myndaveitslu. 15.januar verður í ár eins og onnur ár heiðurslønir landsins latnar og tað var spennandi síðsta ár, tá hátíðarhaldið varð sent beinleiðis í Kringvarpinum. Í februar fer ein størri delegatión til USA, har Tróndur Patursson hevur ein høvuðsleiklut í NORDIC COOL í Kennedy Centre í Washington. Hetta er ein stórhending í føroyskari list og Inger fer at senda okkum myndareportasjur frá fernisering osfr. Listasavn Føroya hevur ikki uppdaterað heimasíðuna, men eg havi fingið at vitað frá leiðara tess, Nils Ohrt, at tey eru í holtur við eini umskiping av núverandi uppheinging. Eg gleði meg at síggja ta nýggju uppheingingina og fari heilt vist at skriva um hana her á blogginum. Tjóðpallurin hevur heldur ikki uppdaterað teirra heimasíðu, men tey eru í gongd við at venja okkurt, tey framførdu ein part í Norðurlandahúsinum, tá Jens Pauli Heinesen varð fagnaður herfyri. Í Norðurlandahúsinum er jubileum á skránni í ár og uttan, at eg veit nakað neyvt um jubileumsskránna, so rokni eg við, at vit hava nógv gott í væntu har. Í Steinprenti verður fotoframsýning 22.februar og í summar  havi eg hoyrt okkurt graml um eina málningaframsýning hjá Tóroddi Poulsen. 

Filmsstubbarnir á blogginum kunnu brúkast á ymiskan hátt, vit ætla m.a. at gera stuttar umrøður og metingar av listaverkum. Vit ætla at byrja okkara Minutt-rís/rós við at ummæla tvær bøkur, eina smala og eina breiða. Fyrrnevnda er nýggjasta útgávan hjá Øssuri Johannesen Vindurin blæsir ígjøgnum markið ímillum tey livandi, og tey deyðu. Tann seinna verður ætlandi bestseljarin av føroyskum bókum, tann nýggjasta krimisøgan hjá Jógvan Isaksen "Tann fimti maðurin". Fyrsta umfar av Minutt-rís/rós kemur í morgin. Tit eru vælkomin at senda inn tilfar, tíðindaskriv og uppskot.






(KP)