Saturday, January 19, 2013

Listasavnarin Finnur Koba


Tað er í grundini eitt serstakt føroyskt fyribrigdi at eiga og keypa upprunalist í so stóran mun, sum tað verður millum tey, sum vit kalla fyri "heilt vanlig fólk". Frá ungum árum keypa fólk verk, teimum dámar og hava tey hangandi í heimum teirra. Í nógvum heimum hjá føroyingum bæði kring oyggjarnar og uttanlands hanga og standa framúrskarandi listaverk, og vit hava biðið nakrar listasavnarar úr m.a. Klaksvík, Kollafirði, Vestmanna og Havn um at greiða okkum frá teirra savni. Onkrir av hesum hava savnað list í mong ár, meðan onkur annar bara hevur keypt eitt einstakt ella nøkur fá verk, men passiónin er júst hin sama.

Dagsins listasavnari: Finnur Koba. Vestmanna

Eg havi altíð ynskt mær ein stóran Øss Johannesen.
Eg keypti linoprentið í fjør vár til eina framsýning, sum var í Norðurlandahúsinum. Eg fall fyri prentinum beinanvegin. Stórt, ræðandi og erligt. Tað hóskar væl inn sum ein altyvirskuggandi andsøgn til mína fittu, hvítveggjaðu og listafátæku stovu í mínum nýkeyptu lítlu húsum inni á Fjørð.

Tað var bæði trupult og dýrt at ramma hendan fýrin inn. Av tí at hann er so stórur – meir enn tveir metur breiður – mátti serligt plexiglas bíleggjast heim, og tað var baks at seta alt saman.

Linoleumsskurðurin vigar eisini so mikið nógv í rammuni, at eg kendi meg noyddan at seta ein lista niðanfyri fyri at stuðla vektini.Tey siga, at eitt annað prent er gjørt, og tað hongur – sigst - í stovuni hjá onkrum ríkum stjóra úr Eysturoynni. Tey serkønu hava tó vissað meg um, at teir verða ikki fleiri, tí upprunaliga linoleumssplátan er í so vánaligum standi.  

Eg havi eisini altíð ynskt mær ein stóran Edward Fuglø – helst tann, sum hongur á bakvegginum í móttøkuni í kommunuskrivstovuni í Klaksvík. Hann verður neyvan mín, fyrrenn Klaksvíkar Kommuna fer á húsagang, og málningurin endar á uppboðssølu.


Myndin eitur: Tann maniodepressivi


Tann maniodepressivi - brotamynd


Myndir: Axel Gretarsson







(KP)