Monday, January 14, 2013

Listasavnarin: Sveinur Thomassen


Tað er í grundini eitt serstakt føroyskt fyribrigdi at eiga og keypa upprunalist í so stóran mun, sum tað verður millum tey, sum vit kalla fyri "heilt vanlig fólk". Frá ungum árum keypa fólk verk, teimum dámar og hava tey hangandi í heimum teirra. Í nógvum heimum hjá føroyingum bæði kring oyggjarnar og uttanlands hanga og standa framúrskarandi listaverk, og vit hava biðið nakrar listasavnarar um at greiða okkum frá teirra savni. Onkrir av hesum listasavnarum, sum koma úr m.a. Klaksvík, Vestmanna og Havn, hava savnað list í mong ár, meðan onkur annar bara hevur keypt eitt einstakt ella nøkur fá verk, men passiónin er júst hin sama.



Dagsins listasavnari Sveinur Thomassen. Tórshavn

Eg haldi, at hatta við at savna list byrjaði afturi í teenageárunum tá eg og vinmaðurin Hans Petur Hansen gingu til fotolæru í kvøldskúlanum hjá Bambus, har hann millum annað greiddi okkum frá kompositiónum í myndum og tað at síggja ljósið tá tú tekur eina mynd. Hetta var ein dýrabar tíð og hesi sporini fylgja tær restina av lívinum. Seinni kom eg at kenna góð list-elskandi-fólk sum til dømis Hallstein Sigurðsson og eisini góð listafólk og kann tað sigast at vera startskotið at eg fór at keypa list. Listafólk, kærir vinir sum Olivur við Neyst, Anker Mortensen, Hansina Iversen, Andreas Andreassen, Amariell Norðoy, Torbjørn Olsen og ein rúgva av øðrum listafólkum siga mær so ótrúliga nógv meira enn vanliga fólkið á gøtuni og teirra list gevur mær eina gleði sum eg ikki kann verða fyriuttan.

Tá tú fyrst byrjar at keypa list, bylgist ein egoistisk kensla inni í tær at vaksa um “samlingina”. Hetta ljóðar kanska negativt, men tað er tað ikki, tí tráðanin eftir meira list er ikki skaðilig fyri onnur enn tín egna pengapung og eitt gott íkast hjá listafólkinum, ikki tí, nógv av mínum listaverkum eru eisini gávur eg havi fingið millum ár og dag. Tað næsta positiva er, at øll tú fær á vitjan kunnu gleðast saman við tær um góðu listina, eg minnist eina náttina tá eg og Torbjørn sótu og telvaðu og Rosa var við, hvussu nógv hon frøddist um eitt av góðu listaverkunum hjá Olivuri. Hon hevði annars sikkurt kett seg í hel at hava okkum báðar sitandi starandi at 64 kvadratum.

Í seinastuni havi eg fingið eina triðju gleði av list, ella rættari av at stuðla list. Eg eri byrjaður at keypa list frá ungum fólkum. Í fyrstu atløgu kann tað sýnast sum tey eru trilvandi, men um eingin stuðlar teimum koma tey ikki víðari og harvið steðga tey og vit upp. Tí vil eg heita á øll um at stuðla ungum listafólkum, ikki tí at tey duga væl ella at tað er ein persónlig íløga, men tí tað er eina íløga í framtíðina hjá okkum øllum. Eg kann enda við einum citati sum sigst vera frá Van Gogh til øll ung listafólk: Um tú hoyrir eina rødd siga at tú ikki dugir at tekna, so vælsignað verið teg tekna, tí so tagnar røddin.


Anker Mortensen



Marius Olsen


Amariel Norðoy


Olivur við Neyst


Olivur við Neyst


Elinborg Lützen

Hansina Iversen



Anker Mortensen




(KP)