Wednesday, January 16, 2013

Takkarrøða hjá Tóroddi Poulsen


Tá heiðurslønir landsins vórðu latnar í gjár, vóru nógvar og góðar røður á skránni. Ein teirra varð ikki hildin, tí røðarin, virðislønarmóttakarin gjørdist ov rørdur at halda hana. Eg var so heppin at fáa hana og hon er her:




Tá Bróðir Jóanes fekk hesa virðislønina í fjør, hugsaði eg: -oy er hann vorðin so gamal. So fara vit skjótt at hoyra hann í "Eg minnist". Og nú er tað so eg, og eg haldi meg ikki vera gamlan. Og vil ikki minnast alt ov nógv, tí lívið, tá tað er sum júst í løtuni, snýr seg um núið. Men tá eg eri komin hertil. Altso so langt, má eg minnast hvussu tað byrjaði. Hvussu mínar fyrstu royndir vórðu togaðar úr mær.

Reyðhærdur og smæðin og skítfullur av undirlutakenslum og lítlum og ongum sjálvsáliti fór eg á Háskúlan í 75. Einasti skúli har eg havi lært nakað ordiligt. Steinbjørn var háskúlastjóri. Hann snoddaði seg skjótt fram til at eg fekst við at yrkja og at eg eisini hevði stóran áhuga fyri myndlist. Eg vísti honum onga yrking, tá hann spurdi um tað. Bíða eitt sindur, segði eg. Og so blivu hann og Gunnar Hoydal ritstjórar á Varðanum. Og tá ringdi hann og segði, at eg skuldi koma við nøkrum yrkingum, tað hevði eg lovað. Og so komu tær fyrstu 6 yrkingarnar í Varðan í 78. Síðani stuðlaði hann mær og fanst at um tað var neyðugt.

Steinbjørn B.Jacobsen var sjálvur slóðbrótandi skald. Tann fyrsti modernaði yrkjarin í Føroyum. Okkara besti náttúruyrkjari. Hann breyt eisini burtur úr nýggjum við sínum sjónleikum og prosa. Hann skrivaði fyri børnum, tá eingin annar gjørdi tað. Tað hevur verið sagt, at Steinbjørn B.Jacobsen er okkara mest føroyska nútíðarskald. Tað er rætt. Ikki í einum nationalum, nationalistiskum ella provinsiellum týdningi. Hann sveimaði oman fyri alt tað sum fuglurin, hann yrkir um. Landið og havið vaggaðu í orðum hansara. Sum í hesari yrkingini.

Aldan og landið alda

Aldan aldar
havaldan lyftir seg upp
søkkur so aftur djúpt niður
aldudalarnir
ývna líðandi
fyllast
skjóta rygg
bogin spennist
stendur sum eitt fjall
ein ælabogi
til hann flaknar
hoknar
aldudalarnir reisa seg
upp móti hválvinum
bogna niður úr hválvinum
havaldan ferðast
reikar um høvini
fram móti sjónvarringinum
út undir væðingina
sjófuglurin situr á sjónum
glíður niðan á alduryggin
oman í aldudalin
landið søkkur
skjýtist uppaftur
landið aldar.

M.a. soleiðis yrkti hann, sum koyrdi undir meg. Við takksemi hugsi eg um hann. Eri keddur av, at hann ikki er her. Eri eisini keddur av, at hann ikki sjálvur fekk henda heiður, eg havi fingið í kvøld.

Eg eri glaður fyri heiðurin og takki. Túsund takk!


Tóroddur Poulsen