Saturday, January 5, 2013

Minuttrís - Øssur Johannesen





Minuttrís hava vit valt at kalla nakrar smáar filmssstubbar við stuttum ummælum, men hesa ferð er kanska heldur meira rós enn rís á skránni. Tutl hevur givið út yrkingarsavn við tveimum fløgum hjá Øssuri Johannesen við heitinum Vindurin blæsur í gjøgnum markið í millum tey livandi og tey deyðu. Og tó at Øssur Johannesen áður hevur gjørt nógv burtur úr bóklingunum í fløgunum - har hava bæði verið yrkingar og myndir, so er hetta fyrstu ferð, at hann gevur eina bók út sum so. Hansara debut-yrkingarsavn er líka sermerkt, sterkt og rørandi sum myndirnar, sum eg slapp at seta saman til eina framsýning í Norðurlandahúsinum í fjør. Hendan vakra yrkingin stendur á síðu 6 og 7:

TÁ EG SÍGGI MÍNAR 5 FINGRAR
Á MÍNARI HOND HUGSI EG
ELDUR VATN JØRÐ LUFT OG ANDI
OG VENDI HONDINA ÍMÓTI EYSTRI
SÓLIN RÍSUR UPP VÆLKOMIN TIL
LÍVIÐ TIL ENN EIN NÝGGJAN DAG
TÁ EG SÍGGI MÍNAR 5 FINGRAR
ÁHINI HONDINI OG HUGSI
ELDUR VATN JØRÐ LUFT OG ANDI
OG SÍGGI SÓLINA FARA NIÐUR
REYÐLITTA Í VESTRI
NÚ KEMUR MYRKRIÐ FRAM 
OG VÓNANDI AFTUR EIN LÍVGEVANDI
DAGUR Í MORGIN
TÁ EG SÍGGI MÍNAR 5 TÆR Á MÍNUM FÓTI HUGSI EG
ELDUR VATN JØRÐ LUFT OG ANDI
OG VENDI FÓTIN SUÐUREFTIR
HEILSI SÓLINI OG SIGI
SÓLIN ER HEIT OG GEVUR LÍVIÐ
SÓLIN ER HEIT OG OYÐIR LÍVIÐ
MEÐAN EG VÁLI ÍGJØGNUM SANDIN
OG LEITI EFTIR EINARI VATNKELDU
TÁ EG SÍGGI MÍNAR 5 TÆR Á
HINUM FÓTINUM HUGSI EG
ELDUR VATN JØRÐ LUFT OG ANDI
HEILSI DRAMATISKA ATLANTSHAVINUM
Í NORÐI HEILSA KALDA KAVANUM
OG TUNGA VETRARMYRKRINUM
HUGSI DJÚPT MEÐAN MÁNIN SKÍNUR
Í ERVA TÁ EG HUGSI UM MÍN KROPP
OG SAMANBERI HANN VIÐ NÁTTÚRUNA
SÓLIN ER ELDURIN 
BLÓÐIÐ SUM STREYMAR Í MÍNUM ÆÐRUM
BEINAGRINDIN ER JØRÐIN
OG HEILIN LÍKIST EINUM
MÁNALANDSLAGI
HAVIÐ ER VÆTAN Í MÍNUM KROPPI
OG EG BLÁSI MÍN ANDADRÁTT
ÚR MÍNUM MUNNI
ÚT Í VINDIN
TANKARNIR FARA ÚR OYRUNUM
ÚT Í VINDIN
EINS OG ORÐINI OG LJÓÐINI
SÍÐANI KEMUR MJØRKIN
OG FJALIR MEG 
OG MINNIR MEG Á
AT EG VEIT IKKI ALT
ALLÍKAVÆL
SÍÐAN KEMUR MYRKRIÐ
OG MÍN LÍVLEYSI KROPPUR
SLÓKNAR OG FELLUR
NIÐUR Í MÓÐIR JØRÐ
HVAT SO JA HVAT SO
HVÍTAR KAVAFLYKRUR KOMA VAKRAR
NIÐUR AV HIMNI OG MÁNIN KASTAR
SÍTT VAKRA NÁTTARLJÓS
ÚTYVIR HAVIÐ. 




(KP)