Wednesday, January 16, 2013

Mentanarvirðislønirnar latnar



Virðislønir landsins vóru latnar á samkomu í Spaniastovu í Klaksvík í gjárkvøldið. Tóroddur Poulsen fekk Mentanarvirðisløn Landsins á 150.000 krónur, ið verður latin fyri listafólki sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Fyri at fáa Mentanarvirðislønina, skal listafólki hava skapað list á høgum støði og tað hevur Tóroddur Poulsen av sonnum innan allar tær listagreinar, sum hann arbeiðir við, vit hava ætlandi eina longri grein um listamannin her á blogginum seinni.

Heiðursgávu Landsins á 75.000 krónur fekk Marianne Clausen fyri sítt lívslanga arbeiði av alstórum, ja, ómissandi týdningi at skráseta og skriva niður føroysk løg. Hennara fyrsta bók við kvæðaløgum kom í 2003. Síðan kom bókin við Kingoløgum og bókin við løgum, sum eru til danskar vísur. Seinasta bókin eru løg til skjaldur, rím og ramsur. 

Silja Strøm fekk virðislønina á 50.000 krónur, ið verður latum ungum listafólkum. Evnaríka og arbeiðssama listakvinnan hevur heiðurin fullt uppibornan. Hon hevur longu á blaðungum aldri víst evni út yvir tað vanliga, hon  hevur m.a. framsýnt í Listasavni Føroya (Ólavsøkuframsýningin 2012), Müllers Pakkhúsi og Norðurbryggjuni og tað eru hennara tekningar, ið prýða nýggju stóru sangbókina hjá Zacharias Sørensen.








Sømdargávur landsins fingu Ebba Hente, Guðrið Poulsen og Hanus G. Johansen fyri teirra dygdargóða listarliga arbeiði. Sømdargávan er 20.000 krónur um árið alt lívið.

Vit ynskja teimum øllum hjartaliga til lukku við heiðrinum!















(KP)