Búgvi norðarlaga í
verðini.
Í mínum kaldligu
heystdreymum
gongur Edith Södergran
berføtt.
Kjólin knýttur
upp í rulk
slóðin í døggini
framvegis sjónlig.
Hvussu nógvir
seinnapartar av tunglyndi
skulu dragast upp
á tráð áðrenn eg kann siga:
Áh, Edith:
Gjósturin sum fýkur
í loftstrappum
dirvið sum biddar
sólina um eitt tyssi av svidnum vakurleika
eru bara lognbrá
støv frá brostnum
kossum.
Summi hjørtu anga
av myrkri.
Tað finnast verur
sum ikki nýtast ljós fyri at grógva.
Skrúvar ein
eingil peruna úr mánanum
gerast vit
sterkar havplantur
tarafuglar
flagsandi millum øgiligar stjørnur.
Døkka Edith!
Staddur so langt
norðan fyri tær heilagu gravir
spyrji eg meg sjálvan
hvussu tú hevði prísað Gudi.
Kanska hevði tú
peikað á tann tóma stólin úti á svalanum.
Møguliga hevði tú
hostað eitt sindur av tuberklalittum blóði upp
í tað hvíta
lummaturriklæðið og sagt:
Eisini hetta er
Gud.
S.37-38 í Tapet
millum øldir eftir Jóanes Nielsen