Eg mundi dottið av stólinum, tá eg av permuni á vikuskiftissosialinum
skilti, at ljósmastrarnar á Tórsvølli í Havn eru sniðgjørdar, altso hugsaðar,
konstrueraðar, teknaðar og alt! Á forsíðuni á vikuskiftissektiónini er mynd av
eini vakurt brosandi Eyð Strøm, sum eftir øllum at døma hevur teknað hesar útspiltu ljósmastrar. What? Hevur nakar veruliga deseinað hasa skrímslini?
Í sambandi við eina arbeiðsuppgávu havi eg hugt rættiliga nógvar myndir av
Havnini í gjøgnum, og alla staðni, har ljósmastrarnar síggjast, skemma tær býarmyndina
og nei, hetta kemst IKKI av einum konservativum hugsunarhátti og vantandi viðurkenning av War of the worlds estetikki. Hvørt
ting til sína tíð! Eg havi eygu eins og onnur fólk og hatta sær altso farlitt út og blívur við at síggja farlitt út. Eg
havi annars noytt meg sjálva til sættis við Blundadal, sum jú frammanundan er
ein arkitektoniskur deyðssiglari allur sum hann er og nei eg havi einki í móti
fótbólti, bara hann ikki spillir alt útsýnið yvir mín heimbý.
Eyð Strøm, arkitektalesandi hevur eisini eygu, sjálvandi, góð eygu, og hon
fekk sambært greinini hjá Rannvá G.Fossaberg í Sosialinum til uppgávus frá býararkitektinum
at broyta upprunaliga uppskotið um ljósmastrar til Tórsvøll, sum eftir øllum at
døma, eru enn størri og óstortligari enn tær núverandi í teirra spanska
upprunalíki. Gongdin í málinum er typisk føroysk uppá allar mátar við tað, at tað
verður hurrað í gjøgnum til tess at tey í tí stóra útlandinum (FIFA) skulu vera
nøgd. Eyð Strøm fekk bert tríggjar dagar at gera tekningina lidna og tað var
ikki lætt, tí øll møgulig krøv frá FIFA skulu yvirhaldast og hvat var so
orsøkin til, at arkitektastudenturin fekk so knappa tíð at umráða seg í, jú "Orsøkin
til, at Eyð Strøm bert hevði fáar dagar til at sniðgeva fýra nýggjar ljósmastrar
til Tórsvøll var tann, at ein stórur dystur var fyri framman. -Eg visti, at
skuldi hesin dysturin bíva spældur á Tórsvølli, skuldi vøllurin góðkennast av
FIFA og eitt av krøvunum hjá teimum er, at ljósið sum skínur á vøllin, skal
vera eitt heilt ávíst ljós...". Tað
snúi seg altso um at náa ein fótbóltsdyst, harragud.
Eg havi ein danskan vinmann, sum dámar at skjóta krákur og sum elskar at
koma til Føroyar, ið hann heldur vera eitt sindur sum Texas í kóboytíðini. -
Alt ber til her á landi suffar hann alskin, og hesum hevur hann við ávísum
modifikatiónum rætt í. Men fyri okkum sum búgva her úti í wild wild west er tað
eitt sindur ræðandi við endaleysum møguleikum, sum standast av tilvild og ómegd,
av at vit ikki duga at taka okkum sjálvi og okkara býarrúm í álvara. Eyð Strøm
hevur einki skeivt gjørt og góð eygu hevur hon av sonnum, tá hon staðfestir:
"Eg haldi á ongan hátt sjálv, at
hetta prýðir Gundadal, men.. hetta var ein bundin uppgáva.." og nakrar
reglur longur niðri í greinini endurtekur komandi arkitekturin: "Eg eri
ofta samd við tí, sum fólkini hava at bera mastrunum, tí eg haldi ikki sjálv,
at tær passa inn í umhvørvið, og støddin er heldur ikki tann rætta...".
Nettupp!
(KP)