Saturday, January 26, 2013

Hurrá fyri miðlunum




Mær dámar betur orðið fjølmiðlasiður enn orðið fjølmiðlaetikkur. Fjølmiðlasiður er eitt gott orð, tí tað leggur upp til, at mann skikkar sær ordiligt og hugsar um felags góðtiknar ímyndir um, hvussu evni verða viðgjørd eftir, hvat er hóskandi og virðiligt. Fjølmiðlaetikkur leggur hinvegin upp til, at miðlarnir onkursvegna eru etiskt hevjaðir upp um alt annað, hvat teir sjálvandi ikki eru, og avleiðingin er ein enn meira ivingarsom stigbending av etikki. Eftir míni meting er tað vandamikið at stigbenda etikk og serliga tá tað er fyri at rættvísgera okkurt ivasamt, sum mann sjálv hevur framleitt.

Bløðini eru privat og tað er upp til mín um eg vil keypa tey. Tað geri eg onkuntíð, antin tí okkurt er, sum eg fegin vil lesa ella tí eg haldi, at tað er umráðandi, at vit hava tvey bløð og ynski at stuðla teimum. Men tá eg lesi í føroyskum bløðum er tað sera sjáldan eg síggi nakað, sum eg ikki haldi vera í lagið. Eg síggi nógv, sum eg ikki havi áhuga fyri persónliga, og eg síggi eisini okkurt, sum onkursvegna hevur samband við pening og sum ikki er etiskt, men eg síggi í grundini ikki nakað, sum eg haldi vera púra burturvið og niðurbrótandi fyri fólkaræði..

Pulsurin fer ikki upp fyrr enn eg lesi lýsingar hjá bløðunum um teirra egna etiska reinføri. Søtsuppulýsingar, sum eg ikki haldi passa, og tá blívi eg smálig. Eitt sindur á sama hátt sum Eirikur Lindenskov gjørdist smáligur á síðu 2 í Sosialinum í gjár og skrálaði um horujournalistikk sum upphiting til veitsluna, sum miðlarnir hava fyri sær sjálvum og hvørjum øðrum í kvøld. Men hetta bleiv eg so eisini smálig um, tí Sosialurin skal dekan fari ikki koma ov gott í gongd. Tað skal eingin - hvørki Dimma, sum lovprísar vánaliga handlinum hjá egnum eigara ella Sosialurin, sum onkuntíð man hava ligið á markinum til sína egnu lýsing av orðinum: horujournalistikkur.

Tit hava nógv at vera errin um. Eg fati ikki skrivaðu miðlarnar sum etiskt reinar, men eg haldi, at teir gera ómetaliga nógv, sum er í lagi og gott og umráðandi og sum skal feirast og hava virðislønir.

Havið eina herliga veitslu, verið fitt við hvønn annan og latið vera við at pástanda, at tit eru rein og lýtaleys. Hurrá fyri tykkum!

(IS)