Tað er í grundini eitt serstakt føroyskt fyribrigdi at eiga og keypa upprunalist í so stóran mun, sum tað verður millum tey, sum vit kalla fyri "heilt vanlig fólk". Frá ungum árum keypa fólk verk, teimum dámar og hava tey hangandi í heimum teirra. Í nógvum heimum hjá føroyingum bæði kring oyggjarnar og uttanlands hanga og standa framúrskarandi listaverk, og vit hava biðið nakrar listasavnarar um at greiða okkum frá teirra savni. Onkrir av hesum listasavnarum, sum koma úr m.a. Klaksvík, Vestmanna og Havn hava savnað list í mong ár, meðan onkur annar bara hevur keypt eitt einstakt ella nøkur fá verk, men passiónin er júst hin sama.
Dagsins listasavnari Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen Vestmanna
Eg var 13 ár, tá nakrir málningar komu at hanga í
handilsvindeyganum á hotellinum hjá Skipper. Maðurin, ið málað hevði, æt
Ingálvur á Reyni. Har var ein mynd, ið eg totalt forelskaði meg í. Kvinna, var
heitið. Hon var reyð hendan myndin, og eg fekk hjartabankan, tá eg sá hana. Eg
átti ikki 1.500 kr. Tað var øgiliga nógvir pengar tá. Eg spurdi mammu, hvat eg
kundi gera. Nei, har var ikki nógv at gera. Eg fái enn hjartabankan av summum myndum. Og myndin
"Kvinna" varð ongantíð mín, men hon hevur havt stóran týdning fyri
mína listafatan og gleðina við listini.
List er fyri meg eins neyðug og at anda, eta og svimja. Er
mín trúgvi fylgisveinur hvønn dag og á allari míni ferð. Um tað so er ein túrur
út á Berg, niðan á Melina ella á Brooklyn Bridge. Einki er ov stórt ella ov
smátt til at rúma listini. Hon argar og dregur. Viðhvørt er hon hóttandi,
óskiljandi og aðra tíðir lokkandi og smikrandi. Altíð nær. Altíð her.
Tilgongdirnar til listina eru ymiskar, summar meira lættar
og líkatil, aðrar meira torgongdar og óskiljandi. Eg haldi tað er áhugavert at
hugsa um, hvønn týdning hon hevur samfelagsliga td. Áhugavert er kjakið um estetikk og týdning.
Rithøvundurin og nýhugsarin Bertolt Brecht sigur um listina, at hon kann
brúkast til at broyta samfelagsliga veruleikan. Tí eri eg púra samd við honum
í.
Nútíðarlist er spennandi tí hon í stóran mun er avbjóðandi.
Hon vil annað enn vera vøkur, estetisk og prýða. Hon kjakast um og kommenterar
snøgt sagt alt, og viðhvørt er tað kanska relevant at spyrja: "Er hetta
list?" Mín vón er, at burturúr slíkum spurningum spretta kjak, orðaskifti,
ið føra okkum víðari á listaliga ótráddum gøtum.
Ymisk ástøði eru innan listi og listahugsan. Tað er
stuttligt at fordjúpa seg í og gevur nógv at hugsa um og taka støðu til. Tað er
provokerandi, avbjóðandi og ja - onki minni enn lívgevandi. So uttan list kann ongin liva. Tað eru bara
ikki øll, ið hava funnið útav tí enn!!
Eg seti nakrar fáar myndir inn her av tí, sum vit hava ognað
okkum millum ár og dag. Alt hevur sín stóra týdning í gerandisdegnum
Janus Kamban. Ein fín, fín lítil blýantstekning
Elinborg Lützen, Ævintýrmyndirnar báðar. Tróndur Paturson,
glasfuglur, sum barasta slettis ikki kemur til sín rætt á hesi myndini.
Fríða Matras Brekku-Hanni Bjartalíð hjørnið.
Stólurin ”Oystrið”, sum Torkil Vilhelmsen hevur gjørt,
eitt satt meistaraverk. Á vegginum Claus
Carstensen, eitt steinprent úr Sanpaku-røðini, ein fantastiskur listamaður.
Silja Strøm Fløskuverja í egyptiska várinum.
Tove Askham, Kammerat Jesus.
Silja Strøm, ein pinkalítil mynd, sum er nakað av tí
kærasta.
Janus Kamban, Torbjørn Olsen og Silja í skøn forening.
Alt speglast í glasinum.
Mynd hjá Katrine Raben Davidsen, gjørd í Steinprenti.
Málningur hjá Zacharias Heinesen.
(KP)