Tað er yvirhøvur ikki á hvørjum degi, eitt yrkingarsavn
verður uppafturprentað, men hetta er altso (hurrá!) hent fyri tað fína
debutsavnið hjá Sissal Kampmann, sum hevur verið útselt nú eina tíð. Yrkjarin,
sum megnaði at fáa ta høgt virdu virðislønina debutantvirðisløn Klaus Rifbjergs fyri jól, hevur givið tvær
bøkur út, Endurtøkur er hennara næsta yrkingarsavn og nú er tað fyrsta savnið, "Ravnar á
ljóðleysum flogi - Yrkingar úr uppgongdini" aftur at fáa í bókabúðunum.
(KP)