Saturday, January 12, 2013

Listasavnarin. Ein nýggj røð á listablogginum.

Tað er í grundini eitt serstakt føroyskt fyribrigdi at eiga og keypa upprunalist í so stóran mun, sum tað verður millum tey, sum vit kalla fyri "heilt vanlig fólk". Frá ungum árum keypa fólk verk, teimum dámar og hava tey hangandi í heimum teirra. Í nógvum heimum hjá føroyingum bæði kring oyggjarnar og uttanlands hanga og standa framúrskarandi listaverk, og vit hava biðið nakrar listasavnarar um at greiða okkum frá teirra savni. Onkrir av hesum listasavnarum, sum koma úr m.a. Klaksvík, Vestmanna og Havn hava savnað list í mong ár, meðan onkur annar bara hevur keypt eitt einstakt ella nøkur fá verk, men passiónin er júst hin sama.


Dagsins listasavnari 
Kinna Poulsen. Tórshavn:

Sjálv minnist eg ordiliga væl kensluna, tá eg sá eina mynd hjá Hanna Bjartalíð á Ólavsøku-framsýningini fyri nøkrum árum síðani. Eg hevði  havt áhugan leingi og kendi kensluna aftur, sum botnar í øgiligum eldhuga so stórum, at tú mást eiga hetta fantastiska verkið, sum tú hyggur at. Men kensluna hevði eg higartil ignorerað, tí eg helt meg ikki hava ráð til list meðan eg var lesandi. Hendan pinkalítla eiggiliga myndin hjá Hanna var atkomilig, tí hon kostaði bara 500 krónur og tað var forrestin als ikki bara bara, men ein ordans íløga, sum eg fegnist um hvørja ferð, eg geri kaffi, tí hon hongur beint uppi yvir kaffimaskinuni í køkinum. Síðan havi eg fingið og keypt nógvar aðrar málningar og prent, ið alt samalt er til ómetaliga stóra gleði í heimi okkara, í jólagávu fekk eg eina ómetaliga vakra mynd hjá Andreas Schulenburg frá manninum og afturfyri arbeiðið við kataloginum hjá Bjarne Werner Sørensen, fekk eg eina mynd hjá honum fyrradagin, sum er inspirerandi. Eg seti nakrar myndir inn her av listini her í húsinum og so kunnu tit gleða tykkum til komandi tíðina at fáa innlit í gleðina hjá nøkrum passioneraðum føroyskum listasavnarum.

Ein pinkalítil eksistentialistisk ein hjá Hanna Bjartalíð


Steinprent hjá Andreas Schulenburg


Steinprent hjá Bjarne Werner Sørensen


Claus Carstensen og Tóroddur Poulsen


-Góðan dag, sigur hesin,  hann hongur beint við hurðina. Ljósið skínur í glasinum, men hetta er ein herlig seyðalýsing hjá Fríðu Matras Brekku


Veggurin í gongini inniheldur eitt heldur óruddiligt sammensurium av myndum 



Ein fantastisk ein hjá Hansinu Iversen


Claus Carstensen, Silja Strøm og Rannvá Kunoy


Zcharias Heinesen, Tóroddur Poulsen og Anker Mortensen


Hugvekjandi vakur vínskógvur hjá Tóroddi Poulsen


Eitt nokkso nýtt verk, sum eg havi fingið frá Hanna Bjartalíð, eg veit ikki ordiliga hvat tað er...


Men ómetaliga vakurt er tað



(KP)