Wednesday, January 2, 2013

Øssur Johannesen





Øssur við nýggjari solobass og yrkingafløgu
Øssur Johannesen hevur gjørt eina nýggja tvífløgu, ið kallast: Vindurin blæsir ígjøgnum markið ímillum tey livandi, og tey deyðu. Onnur fløga inniheldur solobass við egnum kompositiónum umframt egnar tulkingar av Beethoven, Led Zeppelin, Uriah Heep, Paul McCartney, Charles Mingus, Grieg, Tjaikovsky og av kenda sálmum hjá Peter Dass "Harra Guð títt dýra navn og æra". Basstónleikurin er melodiøsur, tungur, villur, syrgiligur, við rót og íblástri frá blues hardrock og klassiskum tónleiki. Bassljóðið er myrkt, tungt, skitið og rátt. Hin fløgan inniheldur yrkingar og upplestur Sum heitið sipar til, snýr fløgan seg um viðurskifti við Guð og Fanan, um deyðan og tragiskar daprar lívsroyndir. Hetta er mest ambitiøsa tvífløgan Øssur hevur skapt higartil. Hjalti Joensen og Rasmus Rasmussen, sáli tóku upp. TUTL gevur út.





(KP)