- Aftan á tíðindini í kvøld kunnu vit enn einaferð staðfesta, at Útvarp Føroya er eitt stig framman fyri Føroyaportalin og tað má merkja tað sama sum, at veruleikin er longri úti enn satiran, ella kanska er tað bara fólkaflokkurin, sum er longri úti enn øll onnur? Í kvøld var tað orðingin "fólksins ogn", sum eftir øllum at døma elvir til misskiljingar. Vit bíða spentar eftir úrslitinum av fundinum hjá landsstýrismanninum og hava ein hóp av tjóðsangum liggjandi, sum eru klárir til møguliga regulering.
- Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn!
- á vetri so randhvítt, á sumri við logn,
- tú tekur meg at tær so tætt í tín favn.
- Tit oyggjar so mætar, Guð signi tað navn,
- sum menn tykkum góvu, tá teir tykkum sóu.
- Ja, Guð signi Føroyar, mítt land!
- Hin roðin, sum skínur á sumri í líð,
- hin ódnin, sum týnir mangt lív vetrartíð,
- og myrkrið, sum fjalir mær bjartasta mál,
- og ljósið, sum spælir mær sigur í sál:
- alt streingir, ið tóna, sum vága og vóna,
- at eg verji Føroyar, mítt land.
- Eg nígi tí niður í bøn til tín, Guð:
- Hin heilagi friður mær falli í lut!
- Lat sál mína tváa sær í tíni dýrd!
- So torir hon vága - av Gudi væl skírd -
- at bera tað merkið, sum eyðkennir verkið,
- ið varðveitir Føroyar, mítt land!