Friday, March 22, 2013

Páskafrítíðarlist í ríkishøvuðsstaðnum









Teimum, sum spendera páskafrítíðina í Keypmannahavn, kunnu vit viðmæla at vitja onkra av teimum fínu listaframsýningunum, sum eru í danska høvuðsstaðnum. Glyptotekið beint við síðuna av Tivoli vitji eg altíð, kanska tí mær dámar væl at vitja støð, sum eg kenni, kanska tí tað er ókeypis sunnudag, men eisini tí tað veruliga er eitt fantastiska ríkt savn við franskari impressionismu av hægstu góðsku og har kann eg eisini dyrka mína yndismynd, tann løgna absintdrankaran hjá Manet, sum er fullur av absint, men eisini av mótsetningum og gátuføri. Sum er skeivt uppá bein og sum hvørki situr ella stendur, sum er portretteraður sum spíssborgari í støðu tí heimleysa við fínum kristallglasi og tómari fløsku, við femme fatalekendum skugga og Baudelaireskum afturljóði. Og hevur mann hug at fara longur fram í tíð, so kann mann jú altíð takað tokið til Humlebæk til Louisiana og teirra framúrskarandi samling frá 1945 og frameftir við verkum hjá Picasso, Giacometti, Dubuffet, Warhol, Rauschenberg, Moore, Bourgeois, Guston, Jorn, Baselitz, Polke, Kiefer og Kirkeby. Og skuldi samtíðarlistin eisini havt áhuga og tað hevur hon, sær Tara Donovan eisini út til at vera ómetaliga áhugaverd. Hon er amerikonsk listakvinna, fødd í 1969, sum eksperimenterar við hópframleiddum gerandislutum, sum upprunaliga ikki hava nakað serligt virði, súgvirør, silvurpappír, sum hon kumulerar og setir saman í hundratúsundatali til organiskar stórslignar standmyndir. Filmsstubbin niðri undir myndini er sera inspirerandi. Gleðiliga páskafrítíð!








http://www.youtube.com/watch?v=Wf-GcmhlFRU


(KP)