Monday, March 11, 2013

TÓNLEIKARAR Á VEG


KONSERT VIÐ MUSIKKSKÚLA MIÐNÁMI

SUNNUDAGIN 10. MARS 2013 Kl. 16.00


KONSERTSKRÁ:


Allemande - Úr Suitu í G-dur, BWV 816 Johann Sebastian Bach (1685–1750)
Björk Tyril, kembalo

Andante moderato - Úr Trio Sonata í c-moll Johann Joachim Quantz (1697-1773)

Jakobina Spangenfeldt, floyta - Rita Dam Simonsen, floyta –
Malan M. Joensen, fagott – Björk Tyril, kembalo

Gavotte en rondeau - Úr Partitu í E-dur, BWV 1006 Johann Sebastian Bach
Ragnar Festirstein, violin

Nothing to do Sheila M. Nelson (1936)
The rising of the lark - Úr Piano Trio
Lív Hansen, violin - Gunnrið á Lakjuni, sello - Jósef Zachariassen, klaver

Ave Maria (Offertorium) Luigi Cherubini (1760-1842)
Silvia Nygaard, saksofon - Kristina T. Johansen, saksofon - Torkil Jespersen, klaver

Allegro spiritoso – Sonata Op.15 Mauro Giuliani (1781–1829)
Dávur B, Davidsen, gittar

Etude Ole Thrane (1996)
Maria Wang Reinert, trombon - Ári B. Danielsen, slagverk

Introduzione – Allegro maestoso Niccolo Paganini (1782–1840)
Úr Centone di Sonate, Op.3 No 1
Ragnar Festirstein, violin - Dávur B. Davidsen, gittar

Tey framførandi eru næmingar á Musikkskúla Miðnámi, ið er eitt fyrireikingarskeið til hægri lestur innan bæði klassiskan og rútmiskan tónleik. Hetta tilboðið hevur verið síðani 2005 á Tórshavnar Musikkskúla og hava úrslitini hjá hesum ungdómi verið einastandandi.
Næmingarnir hava staðið eina krevjandi upptøkuroynd fyri at sleppa at ganga á Musikkskúla Miðnámi og eru tey nú í fer við at útbúgva seg víðari í spæli á ljóðføri sínum. Útbúgvingin tekur 3 ár og endar við einari próvtøku, ið er at líkna við eina konsert.
Hesaferð í "Tónleikara á veg" er klassiskur tónleikur á skránni og er skráin á tremur við spennandi tónleiki, framførdur av okkara komandi ættarliði av tónleikarum.
Tónleikur eftir m.a. Bach, Paganini, Quantz og Giuliani - bæði soloframførslur, men eisini smærri samanspæl, verður at hoyra. við løttum og stuttum frágreiðingum frá solistunum, so upplivingin gerst betri hjá áhoyrarunum.
Fastur táttur á hesum konsertum er, at núverandi og fyrrverandi næmingar á Musikkskúla Miðnámi, ið eru um at verða floygdir og hálvavegna eru komin í gongd við útbúgvingar uttanlands, fara at vísa kynstir sum sololeikarar fyri okkum.
Vit fara at hoyra sololeik á violin, gittara og kembalo, umframt sera forvitnsiligan tónleik framførdur á alskyns slagverki, saksofonum og trombon.
Konsertin varir í slakan tíma.