Føroysk list skapar í heilum positivan áhuga um Føroyar uttanlands. Sunleif Rasmussen er við á Other Minds Festivalinum í San Fransisco og verður í ummæli í San Fransisco Chronicle sunnudagin róstur og tikin fram saman við svenska tónaskaldinum Mattias Petersson og danska tónleikaranum Michalu Petri fyri framførsluna av verkinum "Vögelstimmung" hjá Sunleif Rasmussen, ið hon spældi í Norðurlandahúsinum síðsta ár, tá mentanarheiðurslønir vóru latnar. Um tónaverkið verður sagt, at tað hevur einfalt støði og treytir, men at tað gerst djúptøkið, lyriskt og lívligt við skemtiligum undirtónum, og at tá Petri syngur og spælir samstundis, úrslitar tað í einum elegiskum kontrapunkti.
Ummælarin Joshua Kosman skrivar m.a. "Michala Petri, the Danish recorder virtuoso, gave the piece a loving rendition, which came after an even more demanding account of "Vogelstimmung" ("Birdsong") by the Faroese composer Sunleif Rasmussen. The premise of the piece is simple enough - it comprises three movements' worth of avian warbling reimagined for different recorders - but the piece's details run very deep. The two outer movements are in a relatively comic vein, taking gentle fragments of birdsong and turning them first into lyrical etudes and then into vivacious flurries of repeated notes. In between comes a long, mournful episode for tenor recorder, during which the performer sings and plays simultaneously in elegiac counterpoint..."
Lesið ummælið her: http://www.sfgate.com/music/article/Other-Minds-Festival-Str-m-review-4324961.php#photo-4276230
(KP)