Saturday, March 2, 2013

Nýggj í Mentanargrunni Landsins

Eg eri nýliga vald inn í nevndina í Mentanargrunnur Landsins, og havi fyri fyrstu ferð saman við hinum fýra nevndarlimunum býtt út ársins starvslønir. Vit nevndarlimir í Mentanargrunni Landsins hava sjálvandi tagnarskyldu, men eg haldi eisini, at vit hava skyldu til at vera opin um egin sjónarmið og tí havi eg avgjørt ikki at svara nøkrum av teimum, sum skriva til mín persónliga, men í staðin gera mær nakrar hugleiðingar her á listablogginum. Eg ætli at skriva um mínar hugsanir og royndir og her er ein lítil byrjan.
 

Tað er ikki nøkur loyna, at eg haldi, at tørvur er á eini umlegging av listastuðlinum. Eg haldi, at meira haldgóðar loysnir skulu finnast bæði fyri yrkislistafólkini og fyri áhugalistafólkini. Eg haldi, at tað er umráðandi, at pláss er til alt, bæði til forfínaða eksperimenterandi list og til alt hitt, sum er við til at geva okkum eitt lívligt mentanarlív, men eg haldi, at vit eiga at tora at skyna ímillum. Eg haldi tað ikki vera hóskandi at stuðla teimum, sum fáast við list á áhugastøði við løn, men eg haldi, at tey skulu hava stuðul til at ferðast, fara á skeið, gera framsýningar, konsertir, framførslur osfr. Hini, tey fáu, sum arbeiða við listini á ein hátt sum flytir mørk, víðkar um ímyndir og heimsfatan síggi eg sum eina dynamo fyri restini av listalívinum, og eg haldi, at tey skulu hava eitt slag av inntøkutrygd, men at tað skal finnast ein haldbetri loysn enn núverandi starvslønarskipanin. Eg skrivaði fyri nøkrum árum síðani eina grein um listastuðul og hesi sjónarmið eru enn galdandi: http://listinblog.blogspot.dk/2011/01/listarstuul-hvr-skal-hava-og-hvr-skal.html
 
Hetta merkir sjálvandi ikki, at eg ikki haldi, at peningurin, sum eg eri við at býta út, hevur týdning. Eg veit, at hesar upphæddir hava avgerandi týdning. Tað vekir størsta virðingarótta og er ein stór ábyrgd hjá mær og hinum fýra í nevndini, og tí er mann ómetaliga nærløgd. Tí standi eg við allar avgerðir um starvslønir, sum vit hava tikið í felag. Eg føli, at allar umsóknir verða viðgjørdar ordiliga, og at allir nevndarlimir verða hoyrdir. Men, eg haldi ikki alt er perfekt, als ikki, og eg haldi, at alt skal kritiserast fyri at kunna mennast og gerast betri.

Tá nú viðtøkurnar ikki eru soleiðis, sum eg kundi hugsað mær, at tær vóru, er tað ein avbjóðing hjá mær at arbeiða innan fyri viðtøkurnar og góðtaka viðtøkurnar, men samstundis líta at listalívinum í síni heild og argumentera fyri, hvat eg haldi og fakliga meti er best fyri listina, og hvussu eg haldi, at viðtøkurnar kunnu tulkast onkran veg, sum eg haldi vera fruktagóðan. Tað er ringt og tað er eisini ringt at fáa peningin at røkka - ikki minst eftir tær skakandi sparingarnar, landsstýrið hevur sett í verk. Mong eru, sum áttu at fingið, sum ikki fáa, og tað eru kanska eisini nøkur, sum fáa, sum ikki áttu at fingið - ein partur hevur við vantandi vitan at gera ella við ósemju, men eftir henda fyrsta fundin hjá mær, haldi eg meg kunna staðfesta, at tað mesta hevur við viðtøkur at gera. Tá tað til dømis er ein misjavni millum hvussu nógvar starvslønir, ið fara til týðingar av útlendskum bókmentum og hvussu nógv fer til upprunaføroyskar bókmentir, sum eg haldi tað er, er tað tí, at peningur er oyramerktur til týðing og ikki til bókmentir.

Fleiri kjakstøður koma, tá starvslønir verða latnar. Millum annað hvørt summi av teimum, sum samanumtikið hava fingið nógva starvsløn gjøgnum árini, skulu niðast í bunkan. Eg havi ikki sjálv hug at gera nakra meginreglu her, tí nøkur av teimum, sum hava fingið mest starvsløn hava júst fingið tað, tí tey eru millum okkara bestu listafólk og tessvegna verd at stuðla og verd at blíva við at stuðla. Men hinvegin er penganøgdin lítil og á einum lágpraktiskum støði er tað greitt og skilligt, at roynt verður at býta teir runt til eitt sindur ymisk fólk. Henda støðan og aðrar við kunnu ikki loysast innan núverandi karmar.

Eg havi sjálv verið atfinningarsom mótvegis starvslønum í fleiri ár. Eg havi hildið, at tær eru merktar av ógreiðum óskygni, og eg havi hildið, at tað ikki hevur verið kjakast nóg opið um eitt nú hvussu nógv verður latið ungum listafólkum í mun til etableraðum. Hvussu nógv skal latast áhugalistafólkum í mun til yrkislistafólk, hvussu tey ymisku listasløgini skulu stuðlast og ansast og sum heild, hvussu umráðandi veitingin frá mentanargrunninum er. Nú siti eg so á hinari síðuni, men haldi enn, at kritikkurin er umráðandi, og eg ætli at halda fram við at kjakast og vóni, at nógv onnur vilja taka lut í kjakinum, tí tað kann ávirka kjakið í Mentanargrunninum og kanska eisini í síðsta enda politiska kjakið. So mugu vit bara vóna, at míni evni til sjálvkritikk eru eins væl fyri sum míni evni til at finnast at øðrum.

(IS)